Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stuldurin -  vit mugu taka annað skinn um bak

SKRIVAÐ: Bjarni Djurholm  |  11.10.2025 - 05:58 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Farnu árini eru hugtøkini liberalur, sosialur og konservativur fullkomiliga avskeplað. Miðlaheimurin og vinstrivongurin uttanlands hava kappast um at brongla hugtøkini, so tey nú í flestu førum nú eru vend á høvdið og hava mist sanna virðið og innihald.

 

Tá málið verður skeiklað, missir politiski boðskapurin sálina. Úrslitið er, at veljarin reikar fimlandi móti politisku ráksnúningunum, sum bjóða lættu loysnirnar – ikki tær haldgóðu.

Hugtøkini, sum fyrr vóru mergurin í boðskapinum, eru endað sum kastibløkur í einum moralskum teatri.

 

At vera liberalur er ikki longur frælsi og ábyrgd, er nú ístaðin vorðið eitt parfumerað hugtak av aktivismu. At vera sosialur merkir ikki samfelagssinni, men harafturímóti áhaldandi jagstran eftir almennum veitingum. Og so at vera konservativur? Áður var týdningurin fyrilit, royndir og dugnaskapur. Nú verður konservativt brúkt sum ókvæmisorð. Hetta rákið hevur eisini tikið land í Føroyum.

 

Upp á gjøt verða Mullah’ir í Iran, kristin í Føroyum og konservativir flokkar, í miðlunum navnkendir at vera í sama potti. At vera konservativur er gjørt til tað mest neiliga, sum er á politisku skránni.  

 

Tæringin

Málsliga tæringin er ikki tilvild. Vinstravongurin og teirra miðlasamhugaðu hava í mong ár so við og við skeiklað merkingina. Er orðalagið vunnið, er ikki neyðugt at vinna í kjakinum. Tey, sum eru konservativ, skulu næstan orsaka – sum um ábyrgd, siðir og hóvsemi eru vandafull hugsan. Nei, kravið er nú rúmliga menniskja, tey tolsomu, sum í verki kortini oftast eru tey mest intolerantu.

 

Ognartøkan av rúmligu allýsingini er nærum komisk í sambandi við mótmælisgongurnar fyri Palæstina, har ælabogafløggini hjá Lgbt veitra. Speisemið gerst ikki meira eyðsýnt.

 

Ísrael er einasta landið í regiónini, sum virðir og verjir kynsligar minnilutar og teirra rættindi, meðan rørslurnar, sum mótmælisfólkini fagna, jagstra, revsa og avrætta allar minnilutar, sum ikki liva í samsvari við myrkursins átrúnað. Soleiðis er logikkurin í symbolpolitikkinum: kenslurnar fyrst, avleiðingarnar aftaná – um nakrantíð. Søguloysið er fullkomið.

 

Men fimlingini er ikki bert millum nýslignu liberalu. Nøkur uttast á høgru og vinstru síðunum eru tøld av Putin, sum um at tjóðskaparlig styrki og moralur verða endurreist umvegis falsan, ótta, jagstran, harðskap og terror. Talan er um vanlukkuligt sjálvssvik. Harðræðið hjá Putin boðar alt tað, sum konservativ og (verulig

) liberal altíð hava stríðst ímóti: vald uttan moral, tjóð uttan frælsi, orð uttan rætt. Men kanska eru hesi sjálvsviknu hugbundin av autokrati. Teirra tilgongd til fólkaræði eru tí politiskar lótir.

 

Moralska pallsetingin

Veruligu borgarligu virðini liva framvegis, men eru oftast fjald undir áhaldandi larminum frá rúmligu moralsku pallsetingini. Viðurkenningin av frælsi undir ábyrgd, rættartrygd, trúarfrælsi, styrkina av sivilsamfelagnum og ábyrgdirnar mótvegis felagsskapinum eru borgarlig hjartamál. Sunt ivasemi móti markleysari íblandan frá statinum er ikki avoldað – tvørturímóti, tað er tíðarleyst.

 

Men tá orðini missa sín týdning, missa vit politisku ýtini. Tá vit missa málførleikan, missa vit evnini at kenna mun á frælsi og fanatismu. Tí veksur populisman, ikki sum ein sjúka, men sum úrslit og ákallan eftir falsloysi í eini tíð, har alt er vorðið symbol og spuni.

 

Málførið

Skal fólkaræðið styrkna, mugu vit taka røttu allýsingarnar og málførið aftur. Vit mugu nokta fyri, at veruligu hugtøkini og virðini verða tikin frá okkum. Frælsi, ábyrgd og felagsskapur eru ikki nostalgiskar restir frá fortíðini, eru harafturímóti lívsæðrin í samfelag, sum vil yvirliva.

Føroyar eru bygdar á henda leistin. Vit skulu tora at viðurkenna, hvørji vit veruliga eru, og ikki lata tæringarnar uttaneftir niðurlaga savnandi samfelagið. Tað er einasta leiðin framyvir.

 

Bjarni Djurholm

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival