Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

KÍ-álopsparturin haltar í løtuni

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  15.09.2025 - 22:24 Ítrottur Tíðindi

Aðru ferð á rað fór KÍ av heimavølli uttan at hava skorað nakað mál.

Um tað er ein niðurtúrur sum nú kemur vegna manglandi summarfrí vegna Evropadystirnar í summar skal verða ósagt, men KÍ er dalað nógv í álopspartinum síðstu tveir dystirnar móti sterkari mótstøðu, tí hvørki móti HB ella Víkingi eydnaðist at skora mál. Hetta var fyrsti dystur eftir landsliðssteðg og ofta hava teir dystirnir tað við at skuffa, tí rytma og annað er ikki optimalt eftir steðg í tvær vikur. Eisini spæla fleiri leikarar hjá KÍ hálvskaddir, sum teir hava gjørt leingi, og tað sást.

Víkingur var skert, har tveir leikarar blivu seldir í summar og har aðrir tríggir høvdu leikbann, men hóast hetta so var langt millum stóru málmøguleikarnar hjá KÍ. Tríggjar ferðir var nær við. Páll A. Klettskarð skallaði viðsíðuna av, meðan Patrik Johannesen, ið ikki hevur skorað mál í landskappingini síðani 31. mai, ikki rakti bóltin úr góðari støðu. Í yvirtíðini fekk KÍ einastu møguleikarnar í seinna hálvleiki, tá tað tríggjar ferðir í sama álopi var nær við. Víkingur hevði ongan stóran málmøguleika í dystinum, men kundi havt fingið ein, tá Deni Pavlovic feldi Jørgen Nielsen. Deni var heilt klárt síðsti maður og tók ein upplagdan málmøguleika frá Víkingi og átti helst at fingið reytt kort í støðuni, tá áleið eitt korter var eftir.

0-0 gjørdist úrslitið og tað merkist ein avís ónøgd millum heimaáskoðararnar í seinna hálvleiki, tí KÍ skapti so lítið. Men tað verður helst gloymt, um KÍ verður føroyameistari seinni í heyst. Og tað eigur ikki at blíva nakar trupulleiki hjá KÍ, hóast eitt formdykk er sjónligt í løtuni. Men skal KÍ vinna løgmanssteypið móti júst Víkingi 31. oktober, so verður neyðugt við hugflogsríkari fótbóltsspæli enn hesar báðar síðstu heimadystirnar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar í finaluni eftir fimmsettara ímó…
FML: Føroyskt met til Ægir, og enn flest…
Góðar 220.000 krónur til EB
Gamla Slanga á Tvøroyri
Fleiri námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til…
Ægir nýtt mett í 4x100 frí fyri mix-lið
Veðrið um vikuskiftið
Partalagsfundur millum Føroyar og USA hi…
Føroyar vann 3-2 á Georgia
Mai 2026 – miðal heitur og eitt sindur t…
Flogbóltsmenni­nir vunnu á Norð­urírlandi
Nevndin í Stjørnuni hevur skipað seg
Fullveldis­politikkur og vantandi viðlíka…
Skulu skapa fleiri kjansir
Knit in Public - Klaksvík
Tá menn gerast pápar, broytist meira enn…
Frits í stýrhúsrúti­num á Lisshøvda undir…
Menniskjansligt ríkidømi
Oljuleiting her og nú!
Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu