Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd og trivnað á Hilton Garden Inn

SKRIVAÐ: sjonam.fo  |  15.09.2025 - 13:40 Myndarøð Tíðindi

Fríggjadagin 12. september 2025 var fullsett í høllini á Hilton Garden Inn, tá altjóða maritima leiðsluráðstevnan um trygd og trivnað varð hildin.

 

Ráðstevnan varð fyriskipað í sambandi við, at Sjónám var vertur fyri árliga fundinum hjá IASST (International Association for Safety and Survival Training), sum Sjónám er limur í.

Á skrá vóru fleiri áhugaverdar framløgur um trygd og trivna úr ymiskum sjónarhorni, og afturmeldingarnar frá luttakarum hava verið framúr góðar.

Høvuðspunktið var verkstovan “Sjónám-Agora”, har operationell trygd umborð varð viðgjørd. Frásøgn/viðmerkingar vórðu orðaðar í ymisku arbeiðsbólkunum, og fyrireikararnir arbeiða nú við at savna og reinskriva hesar.

“Vit staðfestu breiða semju um, at tørvur er á at raðfesta trygd á sjónum hægri. Tað krevur tætt samstarv um alt sjóvinnuøkið - men tíverri taka ikki allir partar lut,” sigur Brandur H.Funningsstovu, leiðari á Sjónámi.

Ein felags niðurstøða, ið lýsir trygdarstøðuna umborð í dag, og um hvussu hon kann betrast, verður væntandi klár innan tvær vikur. Hon verður send luttakarunum, løgd á heimasíðuna og send miðlunum.

Sjónám vil nýta høvið at takka sponsorum hjartaliga fyri teirra týðandi íkast, sum gjørdi tiltakið møguligt.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið blaðið í gerð
Tunnilsgjaldið eigur at endur­skoðast
Reyni Service í Klaksvík 20 ár!
Fullsett altjóða ráðstevna um sjótrygd o…
Nú má farast undir at skipa fyri FM skil…
Fólka­atkvøðan var "einans vegleið­andi"
50 ár síðan "Jesus tær býður" kom út
Vísindavøka á ferð á Bókasavni­num við Lø…
Eg fann grindina norður úr Kallinum
Elsebeth Mercedis: Verður framtíðar olju…
PF SANDSHIP hevur skrivað undir sáttmála…
Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og…
Upptakt: KÍ-Víkingur
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Ungur klaksvík­ingur keypt sær útróðrarbá…
Veðrið í Vikuni
Ársaðalfundur - Norðoya Listafelag
KÍ kvinnur - Skála (7-0)
Mjølnir vunnu FK kappingina
Føroya Byggifrøðinga­felag 50 ár