Lýsing
Lýsing
Team Klaksvík tapti fyrsta dystin
Í dag fór landskappingin hjá Team Klaksvík í gongd.
Neistin vitjaði á nýggja gólvinum í KÍ-høllini. Tað gekk javnt á fyrsta partin av dystinum, men seinna part av fyrra hálvleiki fekk Neistin á eina leiðslu og í hálvleikinum var 15-10. Hesin munurin vaks eitt lítið sindur í seinna hálvleiki, so úrslitið gjørdust 30-22 til Neistan.
Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Jens Pauli Poulsen (8), David Danielsen (4), Beinir Johannesen (4), Carl Grøndahl Vej (2), Mathias L. Samuelsen (2) og Vilhelm Vilhelmsen.
Seinastu tíðindini