Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Myndir: Tórvør Ø. Vang & Einar Vang

Innkomna peningaupphæddin í ár er 1.590.000 kr.

SKRIVAÐ: Team Rynkeby Føroyar  |  13.09.2025 - 23:54 Ítrottur Myndarøð Tíðindaskriv

Peningurin, sum Team Rynkeby Føroyar savnaði inn í sambandi við túrin til París, varð í dag handaður á hátíðarløtu í Aulini í Eysturskúlanum

 

Dagurin var merktur av gleði, takksemi og samanhaldi millum rynkurnar og tey, ið vóru komin á gátt. Don var frásøgumaður, meðan Kirstin og Pauli Magnussen løgdu ein vakran tónleikligan dám á løtuna. Bjørg bar fram røðu vegna Team Rynkeby 2025, Finn helt røðu vegna landabólkin, og Oddvør Poulsen helt røðu vegna felagsskapirnar, sum fáa stuðul, og tók eisini ímóti kekkinum vegna øll feløgini.

Umframt at stuðla gransking í sjúkum og viðgerðum hjá børnum, verður peningurin eisini latin Krabbameinsfelagnum, Hjartabarninum, Cystisk fibrosufelagnum, Beranum, Sinnisbata, Autismufelagnum og ADHD- felagnum. Við hesum vóna vit at kunna geva eitt lítið íkast til, at børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra fáa ta hjálp og tann stuðul, sum kann gera ein mun í gerandisdegnum.

Ein serlig tøkk verður borin fram til øll, sum hava stuðlað – bæði sponsorar, fyritøkur, kommunur og einstaklingar, og ikki minst barnagarðar og skúlar kring landið, sum hava savnað pening inn. Team Rynkeby vil við hesum hjartaliga takka fyri allan stuðul og alla hjálp – takk fyri, at tit hjálpa okkum at hjálpa øðrum.
Um Team Rynkeby Føroyar

Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerandi súkklulið, sum hvørt ár súkklar til París fyri at savna inn pening til børn við hættisligum sjúkum og familjur teirra. Í Føroyum hevur liðið verið virkið síðani 2014, og innsavnaði peningurin verður óskerdur latin føroyskum barnasjúkrafelagsskapum.

 


Team Rynkeby Føroyar

Lýsing
Seinastu tíðindini
Team Klaksvík spælir fyrsta lands­kapping…
Innkomna peninga­upphæddin í ár er 1.590.…
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…