
Mjølnir sett ítróttarstjóra
Fyrisiting og menning av flogbólti er eftirhondini blivin so rúgvusmikil og tíðarkrevjandi, at vit í nevndini vóru samd um, at Mjølnir er best tryggjað við at savna allar uppgávurnar í eitt starv, sigur Jóhann Lützen, formaður í Mjølnir
Philip James Freere er settur sum ítróttarstjóri hjá Mjølnir. Harvið hevur hann ein dupultleiklut hjá Mjølnir, tí hann spælir eisini við besta mansliðnum. Phil, sum hann verður nevndur, gjørdist besti leikarin í Polestar deildini í fjør.
Fyrisiting og menningin av flogbólti er eftirhondini blivin so rúgvusmikil og tíðarkrevjandi, at vit í nevndini vóru samd um, at Mjølnir er best tryggjað við at savna allar uppgávurnar í eitt starv, sigur Jóhann Lützen, formaður í Mjølnir.
Uppgávurnar eru í høvuðsheitum at røkja tær skyldur og ábyrgdir, sum nevndin hevur ásett fyri leiklutin sum ítróttarstjóri í felagnum og tryggja at arbeiðið samsvarar við mál og stevnumið felagsins. Phil er ein flogbóltspersónur burturav og nevndin hevur stórt álit á honum, sigur Jóhann við Norðlýsið at enda.