Lýsing
Lýsing
Lýsing

Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri avgjøldum!

SKRIVAÐ: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, fólkaflokkurin  |  12.09.2025 - 14:02 Politikkur Tíðindaskriv

Eru enn fleiri avgjøld á veg, nú nýggj veðurlagslóg skal leggjast fram? Tann fyrispurning hevur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu.

 

 

Húsarhaldini hava tað tungt. BK 17 hevur longu gjørt tað munandi dýrari at byggja. Harafturat gjørdi Ingilín Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnan tað ikki lættari fíggjarliga hjá húsarhaldunum, tá fólk vórðu tvingað yvir á jarðhita, fjarhita ella hitapumpur.

Føroyski landbúnaðurin, sum fær lítlan og ongan studning, kappast við landbúnaðarvørur úr ES, sum eru munandi meira stuðlaðar. Tí tolir tann føroyski landbúnaðurin als ikki nøkur gjøld yvirhøvur.

Viðvíkjandi framleiðslu ídnaðinum er rættiliga eyðsæð, at tað bara er fiski- og alivinnan farast kann eftir. Har fara grøn gjøld at versna munandi um kappingarførið.

Fólkið og vinnan eiga at fáa at vita, hvørja ávirkan á teirra dagligdag ein ætlað veðurlagslóg fer at fáa. Tí hevur undiritaða sett hesar spurningar:

 

Spurningarnir, sum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir setur, eru hesi:

  • Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á privatu húsarhaldini?
  • Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á landbúnaðin/bøndur?
  • Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á fiski- og alivinnuna?
  • Ætlar landsstýriskvinnan at leggja grøn gjøld á mjólkarvørur (t.d. MBM), bakivørur o.a.?
  • Um ja, er so ætlanin, at pengarnir, sum verða tiknir inn á henda hátt, skulu brúkast til at betra um haldførið hjá landskassanum?
     

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Tingkvinna fyri Fólkaflokkin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir sett ítróttar­stjóra
Morgunmatur og familjuguds­tænasta
Viðgerðartrygd verður raðfest
Álit er norð­urlendska gullið
Óneyvar og loyniligar sjúklingaskráir -…
Epli og gularøtur av Sandi
Nú byrjar hondbóltskappingin
Klaksvíkar Kommuna tapir kapping­ina um b…
Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrars…
Elsebeth Mercedis: Steðgið nú við fleiri…
Team Klaksvík móti Neistanum sunnudagin
Hugni: Signar á Brúnni hugleiðir týsdagi…
"Ohm's lóg" og "Smámenn" vunnu ítróttark…
Lítli háfiðringur - nýtt djúphavsfiskasl…
Latið ei søguna doyggja
17 venjarar fingið UEFA B prógv
Búgvin landar sløk 24.000 pund
Einki broytt við heimastýris­nevnd­ini, LO…
Skatta­trýstið skal ikki hækka
Ein fantastiskur leikari og eitt enn bet…