Takk fyri innliving, samhuga og -hugna, Øssur
Nakrir dagar eru komnir síðani tú, - mín ungdámligi kammeratur, Øssur Winthereig, - legði tína seinastu viðmerking á alnótina
Tað gerst alt meira greitt, um tað mundi, at lívsmøðin setur seg í tín kropp. Tú ikki bara kennir tað, nei, tú viðurkennir tað. Og tú varðveitir títt jaliga huglag til tað seinasta.
Og hin seinasta fríggjadagin í august 2025 steðgar tín andadráttur og rødd endaliga.
Líka bráddliga sum tú kom ímillum okkum, líka bráddliga ert tú eitt minni flestu føroyingar, fleiri danir og ivaleyst fleiri onnur, bera víðari. Tú liggur hjarta hjá mongum okkara nær. Tú ert í nærveru okkara sum frammanundan, og tó ikki heilt. Nú bera vit, sum eftir eru, minnið um teg, hvør sær og saman, just sum vit hava borið teg millum okkum, síđani vit møttu tær á ymsum pallum í lívsins leikum á fyrsta sinni.
Fyrstu ferð eg møtti tær, Øssur, var miðskeiðis í tannáringaárunum. Báðir meira og minni búnir til vinardyst. Vinardystin leiktu vit á hondbóltsvøllinum í Klaksvík, sum lá beint norðanfyri svimjihøllina, tætt við ósánna har parkeringsøki er í dag.
Heimaliði er mannað við vinum úr grannalagnum kring barnaheimi hjá Ólavur Klakk, har okkara heimavøllur er. Og útiliði er mannað við B36-leikarum/-vinum, sum Alfred á sjómansheiminum kendi. Millum teir ert tú.
Vit høvdu báðir áhuga fyri felagslívinum, fótbólts-, tónleika- og skótalívinum, og sum tey flestu byrjaðu vit í tannáringaárunum at læra av teimum kappingar- og ikki-kappingargrundaðu virðunum, sum okkara samfelag er ment á. Við hesi barlast fara vit víðari hvør í sínum lag. Tað er lítið, fyri ikki at siga onki, sum forðar okkum. Vit hittast við ymisk høvi í gaman og álvara á lívsleiðini, í Føroyum og Danmark, og vit eru Palestinavinir fyri lívi.
Seinastu ferð eg hitti teg er heima hjá tær. Vit høvdu enn eitt gott prát. Fyri mær ert tú týðiligur sum altíð: 'Nei, eg orki onki...nei...hetta var tað, Jógvan Andrias'. Tað er eyðsæð at tú ert meira búgvin í støðuni enn eg, og í nærveru tíni kenni eg skjótt, at mítt huglag lættir sær á aftur. Takk fyri tað!
Hetta var tín møguleiki, Øssur. Tú tókst av honum og nógv livir eftir teg. Soleiðis var títt gávumildni. Tú læt ikki nógv fara fram við borðinum. Molarnar gavst tú hønunum.
...Tú virdi teirra lív og vit, og tú hevjaðu teg ikki upp um tær, hugsi eg, í mínum stilla sinni yvir eini gravøl í kvøld...
Títt hjartamál fylgdi tær alt lívið, ja, heilt til títt handa- og andalag fjarðar út summari 2025, tvey ár áðrenn tú skuldi pensjonerast. Men ljóðið, rørslan og rytman, títt hjartamál, anda-, handa-, sinna- og huglag er millum okkum og ávegis í havsbrúnni.
Eg havi stóra virðing fyri minnum, tú hevur myndað í mær, og sum heild í bygda- og býarrúmum í Føroyum, Øssur.
Nógv av hesum lysti Anne Metta Greve Klementsen, prestur, avbera væl í Vesturkirkjuni hósdagin.
Ja, væl hevur tú lagt eftir teg, Øssur.
Vit eru mong, sum framvegis kunnu gleđast saman við Silju, Røskvu og Jens Brandur, um møguleikan tey bera so væl, sum tú gavst teimum saman við mammu teirra.
Nú hvílir tú - í huga og hjarta - á okkum sum eftir eru.
Tøkkina hevur tú uppiborið. Hana goyma vit, sum enn eiga dagin og náttina at liva og virka í, í eina tíð afturat.
Góði, Øssur, í dag fer mín samkensla til børnini Jens Brandur, Røskvu og Silju, mammu teirra, familju og vinir tínar og teirra.
Takk fyri innliving, samhuga og -hugna, Øssur!
Á Heygavegi 06.09.25, Jógvan Andrias Joensen