Mjølnir hópurin klárur til komandi kappingarár
Menninir hjá Mjølnir høvdu leikarafund í kvøld og teirra millum vóru Ævarr Freyr Birgisson, sum er garvaður landsliðsleikari úr Íslandi
Hópurin hjá Mjølnir monnunum telir 12 mans og millum the usual suspects eru eisini nýggj andlit at síggja.
Ævarr Freyr Birgisson er 28 ár og hevur seinastu sjey árini spælt á besta liðnum hjá Odense Volley. Odense Volley hevur vunni greipuna seinastu trý árini í Danmark. Seinasta kappingarár bleiv Ævarr kosin besti móttøkuleikari. Hann er fluttur til Føroyar saman við føroysku unnustu síni.
Jóhan Arni Elisson Wang fer aftur í Mjølnir blusuna komandi kappingár. Høgi sandavágsmaðurin verður aftur at síggja inni á miðjuni hjá Mjølnir.
Landskappingin byrjar mánaðarskifti september/oktober. Mjølnir skal spæla CEV Challenge Cup miðjan november móti hollendska liðnum Sliedrecht Sport.