Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg eri sera glaður fyri at sleppa til Føroya

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.08.2025 - 10:52 Mentan Tíðindi

Ali Campbell, sangari í UB40, fegnast um at vera sloppin til Føroya at spæla konsert

UB40 ft. Ali Campbell spælir á Vágsbø fríggjakvøldið kl. 22.

Í gjár kom ferðalagið hjá UB40 til Føroya, og í kvøld fara teir á pall á Summar Festivalinum.

UB40 hevur toppað hitlistarnar í USA og Onglandi við sangum sum "Red Red Wine" og "Can't Help Falling In Love", og teir verða roknaðir sum helst mætasti reggae-poppbólkur í tónleikasøguni. Teir hava havt heili 50 sangir á bretska hitlistanum, og teir hava selt omanfyri 70 milliónir plátur.

Eyðkendu røddina á teimum kendu sangunum hjá UB40 eigur Ali Campbell, og hann er á odda fyri bólkin, sum spælir á ársins Summar Festivali.

– Eg eri sera glaður fyri, at eg eri sloppin til Føroya at spæla konsert. Eg havi ferðast í nógvum londum kring heimin og havt konsertir, men hesa upplivingina eigi eg eftir, og nú verður tað, sigur Ali Campbell.

– Vit hava verið á ferð í Europa í summar, og vit hava spælt nógvar stórar konsertir. Vit hava havt nógvar góðar upplivingar, og nú gleða vit okkum til at uppliva Føroyar, og fríggjakvøldið fara vit at geva føroyingum eina rimmar konsert, sigur hann. 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir hópurin klárur til komandi kappi…
Seinasta venjing undan fráferð­ini til Un…
Farið verður aftur í skúla 13. august
Erla Kongsdóttir røkir Kalsoyar­siglingin…
Drós í Ólavsstovu sett sum ráðgevi í Mat…
SF: Vit síggjast í 2026!
200 fjórðingar - Okkara ogn og rættur
Besta slóðin til fjallaslóðir
Sólin hevur skinið á Árna og KÍ
Dynamit spælir á midnátt leygarkvøldið
Einvegis ferðsla hjá KÍ
KÍ vann 7-0 á B68
SF: UB40 er framskundað í kvøld
Nettup fyri hesa tíð hvør veit?.
Eg eri sera glaður fyri at sleppa til Fø…
Upptakt: KÍ-B68
Samrøða um Neman Grodno
Samrøða við Steintór Rasmussen
Anna Lovisa setur Summar Festivalin í go…
Fíggjar­ligur bati fyri smærri vinnurekan…