Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: KÍ-B68

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.08.2025 - 06:09 Ítrottur Tíðindi

Í kvøld spælir KÍ fyrsta landskappingardystin eftir summarsteðgin frá landskappingini.

Dysturin liggur millum tveir avgerandi dystir í 3. umfari í Conference League og júst hesir dystir eru nakrir, sum summi KÍ-viðhaldsfólk stúra fyri av royndum. Tí tað vísir seg ofta, sum vit serliga sóu í 2023, at hesir dystirnir eru nógv truplari enn undir vanligum umstøðum, tá altjóða dystir ikki hava verið frammanundan. Valið stendur millum at brúka troyttar leikarar ella leikarar sum ikki eru í dystarvenjing og ikki eru samanspældir. KÍ-venjarin skal taka eina avgerð um, hvussu nógvar útskiftingar skulu gerast. Sum ein sá móti Neman, so byrja fleiri leikarar at blíva tungir og við at spæla allar dystir økist vandin fyri skaðum nú ella seinni. Seinast vóru allir leikarar tøkir, men hesaferð verða helst onkrir, sum ikki verða í hópinum, tí teir skulu verða heilt klárir hóskvøldið í Ungarn. Hjá B68 var Jóhan Josephsen ikki við seinast vegna skaða.

Dysturin í Klaksvík byrjar kl. 18.00. Dómari verður Jákup Ø. Mohr.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Mjølnir hópurin klárur til komandi kappi…
Seinasta venjing undan fráferð­ini til Un…
Farið verður aftur í skúla 13. august
Erla Kongsdóttir røkir Kalsoyar­siglingin…
Drós í Ólavsstovu sett sum ráðgevi í Mat…
SF: Vit síggjast í 2026!
200 fjórðingar - Okkara ogn og rættur
Besta slóðin til fjallaslóðir
Sólin hevur skinið á Árna og KÍ
Dynamit spælir á midnátt leygarkvøldið
Einvegis ferðsla hjá KÍ
KÍ vann 7-0 á B68
SF: UB40 er framskundað í kvøld
Nettup fyri hesa tíð hvør veit?.
Eg eri sera glaður fyri at sleppa til Fø…
Upptakt: KÍ-B68
Samrøða um Neman Grodno
Samrøða við Steintór Rasmussen
Anna Lovisa setur Summar Festivalin í go…
Fíggjar­ligur bati fyri smærri vinnurekan…