Lýsing
Lýsing
Lýsing

SF: Vit verða líka kløkkir hvørjaferð

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  04.08.2025 - 09:39 Mentan Tíðindi

– Vit blíva líka kløkkir hvørja ferð av, at móttøkan er so góð, sigur Jón Jacobsen, sangari í Grandma's Basement

 

Klaksvíksbólkurin Grandma's Basement hevur við fangandi sangum megnað at fingið áhoyrarafjøldina á Summar Festivalinum at liva og syngja við, sum fáir bólkar megna.

Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, og í 2010 fóru teir at spæla inn og geva út, vunnu Planet Awards, hittaðu við fleiri sangum og hava síðani havt herligar framførslur – eisini á Summar Festivalinum, har teir hava framført fleiri ferðir. Ikki minst í Tjaldinum hava teir verið ovfarnir, tá ið teir eru farnir á pallin.

– Vit blíva líka kløkkir hvørja ferð av, at móttøkan er so góð. Tað er sum, tá ið tú kemur úr flogfarinum í einum heitum landi – tað møtir ordiliga. So tað er ógvuliga stuttligt, sigur Jón Jacobsen, sangari í Grandma's Basement.

Teir eru kendir fyri sangir sum "Hon fær ongantíð nokk", "Renna nakin", "Sýrahøvd", "Reyvarhol", "Bangna beistið" og aðrar.

Nú eru seks ár liðin, síðani Grandma’s Basement seinast spældi á Summar Festvalinum, og tí er tíðin komin, at teir aftur vera við á landsins størsta tónleikatiltaki.

Grandma's Basement leggur upp til eina heilt serliga og lívliga løtu í Tjaldinum á Summar Festivalinum fríggjakvøldið kl. 02:15.

 

Her kanst tú síggja video-samrøðu við Jón Jacobsen, sangara í Grandma's Basement:

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Føroyar sosialt av sporinum
Meðan meirilutin bíðar eftir “Kommunuætl…
Upptakt: KÍ-Neman
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum
SF: Vit verða líka kløkkir hvørjaferð
Kári Sverrisson heingir eitt ljótt, ljót…
Nakrar málsligar eygleiðingar
Nú nærkast – ein av teimum allarstørstu…
Úrslitini hjá KÍ á Tórsvølli eru góð
Brúka sendistovuna í Tel Aviv meira, Ing…
Stewart Brothers í Gamla Seglhúsinum
SF: Fólk skulu kenna seg aftur í sangunu…