Lýsing
Lýsing
Lýsing

Meðan meirilutin bíðar eftir “Kommunuætlan 2040”

SKRIVAÐ: Eyðstein Poulsen  |  05.08.2025 - 08:00 Ítrottur Politikkur Tíðindaskriv

Meðan ítrótturin, mentanarlívið og vinnulívið kempa fyri at vera frammi í oddinum, so situr orkuleysa stýrið í Klaksvíkar Kommunu hendur í favn og bíðar eftir “Kommunuætlan 2040”

 

Tað endar altíð í einum sorgarleiki, tá politikarar ikki taka ábyrgd, og onnur skulu “bjarga” teimum.

Klaksvíkin gongur í tómgongd politiskt. Undanførslurnar eru: Kommunuætlanin, konsulentar, kommunustjóri, deildarstjórar og “alle de andre”.

Trupulleikin er bara, at tú kanst ikki “útdelegera” ábyrgd - hon er og verður politikarans!

November 2024 bjóðaði nývaldi borgarstjórin, saman við meirilutanum, til tíðindafund í Varpinum. Politikkur og ætlanir meirilutans “2025-2028” skuldu almannakunngerast fyri borgarunum í Klaksvíkar Kommunu. Vit, sum møttu, fóru líka tóm heimaftur, sum tá vit møttu til fundin. “Luft og kærleiki” var tað, ið vit fingu serverað.

Tað, ið farið er av hesi býráðssetu, hava vit ferð eftir ferð upplivað ráðaloysi, undanførslur og manglandi samskifti frá sitandi smala meiriluta við borgarstjóranum á odda. Vit bíða enn eftir útmelding, hvat mann vil - annað enn at halda Fólkaflokkin uttanfyri.

Ikki óvæntað, so kennir sitandi borgarstjóri, við meirilutanum í bakinum, ikki sína vitjanartíð við “Oyggjarleikunum 2027” - hesi ítróttarligu stórhending. At politiska leiðslan í Klaksvík ikki sær ágóðan í at luttaka og ikki tekur arbeiðshandskarnar fram, er einki minni enn ein katastrofa!

Um 30 ár fara føroyingar at minnast aftur á “Oyggjaleikirnar 2027” við upplivingum, myndum og livandi myndum, har Klaksvíkin við síni ríku ítróttarmentan og eldsálum kemur at liggja í gloymskuni.

Ein katastrofa - og úrslit av fráverandi samskifti, atgerðarloysi og ábyrgdarloysi!


Eyðstein Poulsen

Lýsing
Seinastu tíðindini
OYGGJALEIKA­NEVNDIN HEVUR SJÁLV SKAPT EIN…
Viðmerking til Tórbjørn Jacobsen um eldr…
Veðrið á Summar­festivali­num í ár
Her fáast armbond uppá
SF: Vit koma við nógvari orku og gleði
Rætting til Liljuna Weihe
Hanus og Jákup vitja Norðlýsið
Vit eru klár
Føroyar sosialt av sporinum
Meðan meirilutin bíðar eftir “Kommunuætl…
Upptakt: KÍ-Neman
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum