Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar sosialt av sporinum

SKRIVAÐ: Landsnevndin í Sjálvstýri  |  05.08.2025 - 08:28 Politikkur Tíðindaskriv

Føroyar eru við at fara fullkomiliga sosialt av sporinum, har landið verður deilt upp í tey vælbjargaðu, og so tey sum onkursvegna vilja og royna at yvirliva í hesum landinum. Restin má bara fara.

 

Sjálvstýri øtast gongdina, og vit ynskja at sleppa framat sum skjótast, so munadyggar og skilagóðar loysnir finnast fyri at øll kunnu liva væl í einum sjálvstøðugum Føroyum.

 

Verandi politikkarar hava mist jarðsambandið

Tankin um at allir føroyingar skula liva væl, og ikki bara yvirliva í einum sjálvstøðugum Føroyum, tykist tíverri sera fjarur.

Tað vísur ikki bara ólavsøkurøðan hjá løgmanni og samgonguni, men eisini kjakið sum hevur verið um ólavsøkurøðuna. Samgongan hevur lítlar og ongar ambitiónir. Tað sum tey koma við eru góð orð í eini røðu, men alt er bara viðfáningar tá hugt verður nærri.

Tak bara býlisstuðulin sum dømi. Býlistuðulin skal bara kosta umleið 30 mió. kr. uttan at tey vita hvussu og hvat. Rentustuðulin kostar hinvegin 130 mió. kr. fyri 2025, men rentustuðulin torur man nærum ikki at nerta.

Sjálvstýri hevði farið nógv meira ítøkiliga og munadyggari til verka og gjørt eina størri umskipan av rentustuðulinum. Síðani fara vit unir eina rættvísari og munadyggari býlisstuðulsskipan, ið hevði vent meira sosialt rætt. Hetta verður ein skipan, sum kemur at gagna øllum í landinum, ikki bara teimum fáu og vælbjargaðu.

 

Ókonstruktiv andstøða

Í løtuni hava vit hava eina sera ókonstruktiva andstøðu, sum ikki hevur nakað at bjóða uppá. Tað einasta, tey siga, er at samgongan ger alt galið – uttan at koma við nøkrum alternativi. Tá tað snýr seg um býlisstuðulin, ræðast tey fyri broytingum og vilja verja verandi skipanir – eisini tær, sum gera mun á fólki.

Tá tað snýr seg um ætlaninar hjá samgonguni við býlistuðlinum, skilir andstøðan tað soleiðis, at ætlanirnar hjá samgonguni merkja, at fólk ikki longur kunnu eiga sín egna bústað og at ognarrætturin verður skerdur.

Tað merkir at andstøðan heldur ikki ynskir, at Føroyar skulu vera fyri øll at liva væl í – nøkur skulu liva væl, sera væl, og restin skal yvirliva.

Tað er tí átrokandi, at vit seta nýggja kós fyri Føroyar – eina kós, har politisk ábyrgd merkir at gera samfelagið rættvíst og liviligt fyri øll, ikki bara fyri tey fáu. Tað er júst hesum, Sjálvstýri stendur fyri.

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
OYGGJALEIKA­NEVNDIN HEVUR SJÁLV SKAPT EIN…
Viðmerking til Tórbjørn Jacobsen um eldr…
Veðrið á Summar­festivali­num í ár
Her fáast armbond uppá
SF: Vit koma við nógvari orku og gleði
Rætting til Liljuna Weihe
Hanus og Jákup vitja Norðlýsið
Vit eru klár
Føroyar sosialt av sporinum
Meðan meirilutin bíðar eftir “Kommunuætl…
Upptakt: KÍ-Neman
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum