Lena Anderssen á Summar Festivalin
Væl umtókta songkvinnan framførir á Summar Festivalinum í august
Lena Anderssen hevur konsert á Summar Festivalin í ár.
Dugnaliga songkvinnan hevur í meira enn 25 ár myndað føroyska tónleikapallin við framúr sangum og framførslum.
Lena Anderssen hevur nakað upp á hjartað í sínum sangum, og hon torir at seta nakað persónligt upp á spæl, tá ið hon skrivar tekstir. Saman við manninum Niclasi Johannesen ger hon sangir, sum hann stendur fyri at framleiða, og meistarliga samstarvið hevur givið okkum fleiri poppútgávur á altjóða stigi – bæði tá ið tað kemur til sangskriving og framleiðslu.
Í fjør kom sætta útgávan hjá Lenu Anderssen, State of the Land, og talan var um stórverk, sum fekk bestu skoðsmál frá ummælarum. Eitt nú lat Sosialurin í ummæli seks av seks stjørnum.
Seinasta árið hevur Lena Anderssen – sum nakað nýtt – útgivið tveir sangir á føroyskum máli. "Dugir tú at tosa føroyskt" hevur verið stórt hitt, og herfyri kom sangurin "Við hetta borðið".
Lena Anderssen spælir saman við bólki á Summar Festivalinum, ið verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.