Mowi Føroyar 30 milliónir í yvirskoti í 2. ársfjórðingi
Rakstrarúrslitið í Føroyum var 0,9 evrur fyri hvørt kilo
Børsfráboðanin hjá Bakkafrosti um útlitini til vánaligt úrslit fyri annan ársfjórðing útloysti eina útsølu av partabrøvunum, sum fekk kursin at rapa yvir 15% í dag
Harafturímóti vóru tíðindini til íleggjararnar í norska Mowi munandi meira jalig við útlitum til lágar útreiðslur og hampuliga góðan vinning fyri hvørt kilo í øðrum ársfjórðingi.
Rakstrarúrslitið fyri annan ársfjórðing hjá Mowi nú væntast at gerast 1,4 mia.kr. Av tí at hetta er sløk 15% meira enn greinarar høvdu roknað við, kvitteraði børsurin við einum kurslopið.
Meira áhugavert við føroyskum eygum er, at føroyska virksemi hjá Mowi sambært fráboðanini eisini gav avlop í øðrum ársfjórðingi. Rakstrarúrslitið í Føroyum var 0,9 evrur fyri hvørt kilo. Og tá Mowi tók 4.500 tons í Føroyum, gjørdist úrslitið góðar 30 milliónir krónur.
Til samanberingar væntaði Bakkafrost bert at fáa útreiðslurnar at javnviga við inntøkurnar frá tøkuni í Føroyum.