Lýsing
Lýsing
Magnus Powell: Kanska hendur okkurt áðrenn flytingarvindeygað stongir
KÍ arbeiðir við at styrkja um hópin.
Magnus Powell segði eftir venjingina í kvøld, at KÍ arbeiðir við fleiri møguleikum, men tað er ógreitt, um nakar nýggjur leikari kemur inn, áðrenn flytingarvindeygað letur aftur hósdagin kl. 16.00, nakrar tímar áðrenn KÍ spælir avgerandi dystin í Conference League móti SJK. Undir øllum umstøðum verður eingin nýggjur leikari við til hendan dystin. KÍ-venjarin sigur, at kemur nakar inn, so letur tað eisini upp fyri møguleikum, at onkur fer avstað og har hava lið víst onkrum leikara áhuga.
Sum skilst hyggur KÍ eftir einum álopskendum leikara og kemur ein inn, so verður tað mest sannlíkt ein útlendskur leikari, sum ikki hevur spælt í Føroyum áður, men ein sum KÍ-venjarin kennir frá Skandinavia.
Seinastu tíðindini