Klaksvíkingur vann við góðum miðróðri
Klaksvíkingur vann 10-mannafarsróðurin á fjarðastevnu á Skála í dag.
Talan gjørdist um ein spennandi róður. Fyrstu tøkini var Klaksvíkingur fremst, men so tók Havnarbáturin leiðsluna, áðrenn Klaksvíkingur eftir startin tók leiðsluna og hon øktist spakuliga. Einu løtuna var hon kanska hálva bátslongd, men síðstu áleið 100 metrarnar styttist munurin av einum øgiligum endaspurti hjá Havnarbátinum, men ov seint var og Klaksvíkingur kom akkurat fremst um mállinjuna. Norðingur var væl við í dag, men endaði aftur aftast. Fitt av undanvindi var í dag og Klaksvíkingur tók eisini mettíðina hjá 10-mannaførum á Skála. Við sigrinum í dag bleiv tað 3-2 til Klaksvíking móti Havnarbátinum. Róðurin á vestanstevnu í Sørvági kemur tí at avgera, um tað verður rein FM-finala á ólavsøku ella um Klaksvíkingur fer at kunna klára seg við 2. plássi, sum hann ger, um hann vinnur í Sørvági.
Aftur í dag komu fleiri aðrir sigrar til róðrarfeløgini í norðoyggjum. Sundabáturin vann hjá 6-mannaførum monnum, Fípan Fagra vann hjá U16 dreingjum og U18 dreingjum og Páll Fangi vann hjá 6-mannaførum masters kvinnum.