Nýggjur palllistaskúli í Klaksvík
Í næstum byrjar ein palllistaskúli fyri børn, í Klaksvík. Tað eru Opera.fo, Klaksvíkar Sjónleikarafelag og Mentanarhúsið Varpið, sum í felag skipa fyri
Hetta er ein royndarverkætlan, við endamálinum at kveikja áhugan hjá børnum fyri sangi og dansi, tónleiki og sjónleiki. Verkætlanin hevur fingið stuðul frá Klaksvíkar Kommunu og Mentamálaráðnum.
Í fyrstu atløgu verður skipað fyri eini røð av styttri palllistaskeiðum fyri børnum, í aldrinum 9-12 ár.
Á skránni verður sang- dansi- og sjónleikafrálæra, umframt samansjóving og spøl. Undirvísarar eru Birita Adela frá Opera.fo, Durita Samuelsen frá Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Annfinnur Heinesen frá Varpinum og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen frá yrkisdansibólkinum Riva.
Fyrsta skeiðið verður 21.-22. juli, í Varpinum, og longu eru nógv sum hava víst áhuga, og bæði gentur og dreingir hava teknað seg.
Plássini eru avmarkaði, og tí ræður um at vera skjót/ur, um ein ynskir at sleppa við á Palllistaskúlan.
Tekning fer fram á www.opera.fo/palllistaskulin