
Atgongumerkjaprísurin einaferð enn
- Hvussu ber tað til at atgongumerkini til KÍ dystin kosta dupult so nógv sum dystirnir hjá Víkingi og NSÍ? Ja, sjálvt nýføðingar noyðast at gjalda, skrivar ónøgdur fjeppari á facebook
Prísirnir sum KÍ fjepparar mugu gjalda eru munandi hægri enn hvat fjepparar hjá Víkingi og NSÍ gjalda
Nú tað hevur borið til at keypa atgongumerki til heimadystin hjá KÍ móti SJK, so hevur Norðlýsið frætt um fleiri KÍ fjepparar, sum eru ónøgdir við prísásetingina.
Sum myndin omanfyri vísir skulu bæði børn og vaksin gjalda til dystin millum KÍ og SJK. Síðani eru prísirnir eisini ymiskir kring vøllin, har langsíðan kostar 225 krónur fyri vaksin.
Til samanberingar skulu børn ikki gjalda til heimadystirnar hjá Víkingi og NSÍ, meðan tey vaksnu gjalda 110 krónur.
Sum greinin niðanfyri vísir, so er hetta eitt afturvendandi tema - vit skrivaðu eisini um stóra ónøgd millum KÍ fjepparar í 2022.