Stór ónøgd við Evropa-prísirnar við Djúpumýru
Á KÍ-fjepparabólkinum harmast fólk um atgongumerkjaprísirnar hjá KÍ í Evropa
KÍ viðhaldsfólk eru í øðini um prísin á atgongumerkjunum til evropa-dystirnar hjá KÍ.
Inni á KÍ-fjepparabólkinum á facebook er drúgvt kjak um "okursprísir" sum "líkjast svartasta ongum" og sum eru "fúl skomm" fyri bert at taka úr rúgvuni.
Tað er ein av trúføstu KÍ viðhaldsmonnunum Karl Jacob Ósá Eliasen, sum kemur við hjartasuffinum. Hann heldur lítið um prísásetingina hjá KÍ. Og tað eru fleiri við honum. Í løtuni hava boðini fingið 223 likes og 28 viðmerkingar
Karl Jacob skrivar soleiðis:
Eg velji at koma við einum hjartasuffi til okkara stolta Klaksvíkar Ítrottarfelag
Fyrst vil eg siga at eg og børnini Hja mær hava keypt okkum bilett til dystin 27/7 kl 19
Men tað sum mær ikki dámar so øgiliga gott er
Fyri at Hyggja eftir dystum Hja KÍ í mun til hini liðini í Fø tá teir spæla europa kostar tað nógv for nógv og tað líkist svartast ongum
Fyri dystir Hja KÍ kostar tað
Langsíðan
Vaksin 225kr
Børn 135kr
Baksíðan
Vaksin 195kr
Børn 95kr
Fyri dystir hja B36 kostar tað
Vaksin 100kr
Børn 0-16 ár Ókeypis
Fyri dystir hja Víkingi kostar tað
Vaksin 100kr
Børn 0-17ár Ókeypis
Tað eru nógv sum setast aftur av høga prísinum baði úr klaksvík og arðastaðini í Fø
Eftir hesum at døma so er okkurt sum ikki ruggar rætt í okkara stolta felag KÍ
Og eg giti fyri okkum øll er betur at hava fult hús enn 1/2hús
KOYR Á KÍ