
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Tað kom dátt við hjá russisku fyritøkuni Murman Seafood, at Noreg valdi at nokta fyritøkuni at fiska í norskum øki og at sleppa í norskar havnir. Samstundis stendur norska fyritøkan eftir við fleiri ósvaraðum spurningum, m.a. tí at tað ikki eru norskir myndugleikar, sum útskriva fiskiloyvi til fyritøkuna.
Í tíðindaskrivi frá fyritøkuni Murman Seafood stendur, at tey eru ovfarin av útmeldingini hjá Noregi. Í henni stendur, at russisku skipini ikki longur fara at fáa fiskiloyvi í norskum sjóøki. Víst verður í skrivinum á, at Noreg als ikki útskrivar fiskiloyvi til russisk skip í heila tikið, og at fyritøkan tí ongantíð hevur fingið fiskiloyvi úr Noregi.
Mannagongdin er tann, at Russland og Noreg hava gjørt eina fiskiveiðiavtalu um at fiska í økjunum hjá hvørjum øðrum, t.e. í norskum øki, russiskum øki og við Svalbard, sum er eitt serstakt øki (Spitsbergen Zone). Síðani geva norskir myndugleikar norskum skipum fiskiloyvi, meðan russiskir myndugleikar útskriva loyvi til russisku skipini.
Tað er tí ikki gjøgnumskygt, hvat Noreg meinar við, tá Noreg meldar út, at tey ikki vilja geva einstøkum russiskum fyritøkum fiskiloyvi.
Eisini relevant fyri Føroyar
Leggjast kann afturat, at hesir spurningarnir eru eisini viðkomandi fyri Føroyar, tá ið Føroya Løgting fer at viðgera spurningin, eftir at Sirið Stenberg leggur hann fyri tingið eftir Ólavssøku. Tveir av teimum 7 limunum í Løgtingsins Uttanlandsnevnd hava nevniliga longu sagt, at Føroyar eiga at gera tað sama sum Noreg.
Viðlagt er tíðindaskrivið frá Murman Seafood:
Press Release.pdf