Lýsing
Lýsing
Lýsing

KÍ Varpið vísir ikki útidystin móti SJK

SKRIVAÐ: ki.fo  |  09.07.2025 - 10:18 Ítrottur Tíðindi

Hóskvøldið klokkan 17 spælir KÍ útidyst móti finska liðnum SJK í UEFA Conference League. Dysturin verður tíverri ikki vístur á KÍ Varpinum hesaferð.

 

Orsøkin er, at ein avtala ikki varð gjørd millum KÍ og rættindahavaran til stroymingina av dystinum. Í hesum føri vóru tað útlendsk samstarvsfeløg, sum tóku sær av framleiðslu og sølu av dystinum, og teir valdu at fara aðrar leiðir enn at samstarva við okkum.

Vit hava fulla virðing fyri tí valinum, og ynskja øllum góðan dyst – men tá vit vísa ein dyst á KÍ Varpinum og marknaðarføra hann sum okkara egnu framleiðslu, er tað avgerandi fyri okkum at kunna tryggja góðsku í øllum liðum:

  • HD-myndagóðska
  • Kvalifiseraður teknikari
  • Vertur og viðmerkjari, sum kenna føroyskan fótbólt og serliga KÍ
  • Og at vit sjálvi kunnu standa inni fyri vøruni, ímun til prísin sum áskoðarin rindar fyri.

Vit seta okkara umdømi og trúvirði í hægsta røð. Tí valdu vit hesaferð ikki at leggja okkara pall og navn til framleiðsluna, tá vit ikki kundu tryggja okkum neyðugu góðskuna.

Vit fara tó at veita tykkum beinleiðis dagføringar frá dystinum her á heimasíðuni, so fjepparar kunnu fylgja gongdini hjá okkara liði í Finlandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein finala í frælsum ítrótti longu sunnu…
70 føroysk ítróttar­fólk á Orkney
Myndarøð: Við KRF, NHR og ÁRF á fjarðast…
Klaksvík­ingur vann við góðum miðróðri
Evropa tapir – og vit mugu vakna: Ein áv…
Sjóvinnu- og Mentunar­húsið í Sørvági hev…
Óvæntað samanseting bleiv til rómapopp
Árligi útláns­vøkstur til vinnuna 2,6% í…
Dugir tú at vaska vembur
Linda: Eg havi 70 børn í ár
Nýggjur palllista­skúli í Klaksvík
OYL25: Vit hugsa bert um svimjing
Samrøða við Torkil Mørkøre
SSL stjórin: Royndarsiglingin gekk sera…
Magnus og Olgar áttu Víking (seinni Eldo…
Russiska fyritøkan stendur spyrjandi
Nøglin í dag kl. 15
Bankar: Fíggjarstøðan hjá vinnukundum ba…
Høganesvegu­rin verður longdur
Rottangatøming í Svínoy