Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroya Tele stendur á sterkum grundarlagi

SKRIVAÐ: Føroya Tele  |  07.06.2025 - 13:00 Tíðindi

Føroya Tele hevði eitt sera gott ár í 2024 bæði búskaparliga og tøkniliga. Avlopið eftir skatt var góðar 33 milliónir krónur, stór tøknilig frambrot vóru framd, og tað eydnaðist at minka CO₂-útlátið munandi. Eigarin, Føroya Landsstýri, fær 35 milliónir krónur í vinningsbýti.

 

Føroya Tele er væl rikið samtak og ein tøknifrøðiligur kjarni í føroyska samfelagnum, sum stendur á tryggum undirstøði. Soleiðis tók formaðurin í samtaksnevndini í Føroya Tele, Bjarni Arnason, saman um rakstrarárið 2024 á aðalfundinum hjá samtakinum í dag.

“Nevndin er sera væl nøgd við gongdina. Vit fegnast um nýggju kósina, sum vit hava sett saman við Kristian Davidsen, samtaksstjóra, ið vendi aftur til Føroya Tele í 2024”. Bjarni Arnason, formaður í samtaksnevndini

Raksturin hjá Føroya Tele styrknaði munandi í 2024 sammett við 2023. Avlopið eftir skatt var 33,1 milliónir krónur, og samanborið við 2023, tá yvirskotið var 20,2 milliónir krónur eftir skatt, er talan um ein vøkstur á sløk 64 prosent.

Tøki peningurin hækkaði úr 45,3 milliónum krónum í 2023 upp í 68,5 milliónir krónur í 2024, og raksturin er sum heild vorðin effektivari.

Eginognin hjá Føroya Tele var slakar 516 milliónir krónur pr. 31 desember 2024. Samanumtikið er talan um eitt fíggjarliga sterkt samtak, sum í ár rindar eigaranum, Føroya Landsstýri, 35 milliónir krónur í vinningsbýti.

 

Kaðalkanningar um at vera lidnar

Eitt triðja kaðalsamband til útheimin er av stórum týdningi fyri framtíðar veitingartrygd og tilbúgvingina hjá Føroyum sum heild.

Føroya Tele hevur seinastu tíðina saman við ymsum pørtum í okkara grannalondum kannað, hvussu ein nýggjur fjarskiftiskaðal á tryggasta hátt kann skipast við útheimin. Føroya Tele leggur í løtuni síðstu hond á kanningararbeiðið, sum væntandi verður liðugt, áðrenn summarfrítíðin stendur fyri durum.

 

Kaðalsambandið til útheimin er av alstórum týdningi fyri samfelagið sum heild.

 

Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, ið varðar av Føroya Tele, tók stig til samstarvið um kanningarnar, tá hann í fjør heyst setti seg í samband við danska verjumálaráðharran, Troels Lund Poulsen, um hesi viðurskifti. Bjarni K. Petersen hevur eisini viðgjørt spurningin saman við íslendska uttanríkisráðharranum, Þórdís Gylfadóttir.

“Okkara fremsta raðfesting í hesum máli er, at kanningarnar føra fram til eitt haldgott og væl upplýst avgerðargrundarlag, sum politikarar og myndugleikar kunnu taka støðu á”, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri.

 

Tøknilig frambrot

Talan var um eitt stórt tøkniligt frambrot 15. apríl 2024, tá ið Føroya Tele tók nýggja Ericsson-farnetið endaliga í nýtslu. Farnetið hjá Føroya Tele er Ericsson-tøkni úr enda í annan. Hetta var eitt týðandi stig at tryggja kundunum enn betri, støðugari og meira álítandi fartelefonsamband.

Trygdin er høgt raðfest, og tí er nýggja farnetið bygt við atliti til mótstøðuføri. Millum annað eru íløgur gjørdar í sokallaða dupulta redundanta kjarnutøkni, sum er staðsett bæði í Streymoy og Eysturoy. Tað merkir, at kundarnir hjá Føroya Tele altíð hava trygga atgongd, sjálvt um órógv skuldi komið fyri.

Harumframt gevur áhaldandi útbyggingin av fipurnetinum føroyskum húsarhaldum og fyritøkum eitt støðugt og trygt internetsamband, sum styrkir støðuna hjá Føroyum sum eitt framkomið, talgilt samfelag.

“Fipur er ikki bara skjótt internet. Tað er støðugt, hevur høga signalgóðsku, og so krevur tað lítið viðlíkahald. Tað er framtíðargrundarlagið undir at kalla øllum virksemi í t.d. húsarhaldum, vinnulívi, útbúgvingum og heilsuverkinum”. Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri

 

Kristian R. Davidsen tók við starvinum sum samtaksstjóri í 2024, eftir nærum níggju ár í útlegd.

 

Við árslok 2024 høvdu umleið 9.000 húsarhald fingið møguleika at fáa sítt breiðband gjøgnum fipur.

 

Burðardygg framtíð

Føroya Tele hevur sett sær greið mál fyri burðardyggari menning, og í 2024 minkaði samlaða CO₂-útlátið hjá samtakinum 22 prosent, samanborið við árið fyri. Hetta er úrslit av skiftinum til grønari orkukeldur sum jarðhita og sólorku, umframt at Føroya Tele stigvíst skiftir allar arbeiðsbilar út til elbilar.

Føroya Tele hevur eisini tikið upp samstarv við Biogassverkið Förka um skiljing av lívrunnum burturkasti, sum verður nýtt til at framleiða grøna orku. Harumframt hevur verkætlanin “Být og bøt um”, har brúkt elektronisk tól vera endurnýtt, havt við sær 49 tons minni CO₂-útlát í 2024.

 

Trygg kós

Bjarni Arnason, nevndarformaður, vísir á, at Føroya Tele hevur ein sera týðandi leiklut í føroyska samfelagnum. Her er bæði talan um nettrygd – m.a. í tilbúgvingarmálum – og væl útbygt fjarskifti sum heild til frama fyri kundarnar. Tí hevur tað alstóran týdning at halda eina trygga kós í hesum skjótt skiftandi tíðum.

“Føroya Tele skal vera væl tilbúgvið og altíð vera eitt stig frammanfyri, tá talan er um trygdina. Samstundis skulu vit veita okkara kundum tær mest framkomnu tænasturnar. Tað er neyðugt áhaldandi at hava eygu og oyru opin, so at vit skjótt kunnu rætta kósina, um fortreytirnar broytast”, staðfestir Bjarni Arnason.

Allir nevndarlimirnir halda fram eftir aðalfundin í dag. Samtaksnevndin er mannað við fýra limum, sum Føroya Landsstýri velur, og trimum starvsfólkavaldum limum.

Í nevndini eru Bjarni Arnason, formaður, Johnni M. Poulsen, næstformaður, Lena L. Mohr og Annbritt Tummasdóttir Nielsen, sum eru tilnevnd av landsstýrinum. Ólavur Simonsen, Levi T. Nybo og Janus Djurhuus eru starvsfólkvald umboð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seiður merktur við Syðradal á Kalsoynni
Føroya Tele stendur á sterkum grundarlag…
Parkering á samfelagsmøti­num í Klaksvík
Føroyar taptu 3-0 fyri Norð­urmakedónia –…
MF mist tolið við SEV
Brak byrjan
Javnaðar­flokku­rin vil loysa
Nú byrjar samfelagsmøt­ini í Badmintonhøl…
LÍV um stóru íbúðarverkætlan­ina Við Sand…
Fólk skulu ikki bara búgva Við Sandin –…
Livandi Varmakelda
Húsarhalds­skúlin: Seinasti skeiðsdagur á…
Lands­stýris­maðu­rin vitjað Norð­havn­ina í…
Opus: Okkara samskiftisloys­nir til sjóvi…
Brandur klárur eftir summar­steðgin
Sjálvtøkan við handkeypsheilivági á Norð…
Er havhestastovnu­rin í minking av mannaá…
Tankar, sum tónleikasøgan hjá Rana hev…
Tannlækna­starvið er nógv broytt
U21-landsliðið byrjar í Klaksvík leygark…