
MF mist tolið við SEV
Innlit í tímaskrásetingar hjá maskinmeistarum hjá SEV prógvar, at maskinmeistarar í hvussu er eiga stívliga tríggjar milliónir krónur til góðar, tí teir í fleiri ár ikki eru avroknaðir í samsvari við sáttmálan. Maskinmeistarafelagið gjørdi SEV varugt við feilin stutt eftir nýggjár, men onki hendir. MF fer í rættin við málinum, um ítøkilig stig til at avgreiða tað ikki verða tikin nú
- Í januar var eg á fundi hjá SEV, har eg spurdi stjóran, hvat maskinmeistarar, sum starvast hjá SEV, skulu hava í løn og úrtíðarløn. Nú seks mánaðir seinni havi eg ikki enn fingið svar frá stjóranum. Tað undrar meg, at orkufelagið ikki klárar at svara upp á henda simpla spurningin, tí um maskinmeistarar ikki kunnu stóla upp á sínar lønarseðlar, hvussu kunnu føroyingar so stóla upp á sína elrokning?
Soleiðis spyr Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum (MF), nú felagið í eitt hálvt ár hevur bíðað eftir, at SEV tekur støðu til eitt krav um at rinda sínum maskinmeistarum tilsamans stívliga tríggjar milliónir krónur, sum teir hava fingið ov lítið útgoldið í løn og úrtíðarløn seinastu fimm árini frá í fjør heyst at rokna. Kravið avmarkar seg til fimm ár, tí ógoldin skuld fyrnast eftir fimm árum.
MF hevur prógvini
- Málið snýr seg jú um heilt nógvar pengar, sum limir hjá okkum eiga til góðar, og harafturat hevur málið stóran prinsipiellan týdning. Tí skal tað ikki sleppa at doyggja í syndini, og verður tað ikki avgreitt beinanvegin, fara vit í rættin við tí, sigur MF-formaðurin.
MF bað í fjør heyst um innlit í allar lønarseðlarnar – og harvið tímaskrásetingarnar – hjá maskinmeistarunum hjá SEV fimm ár aftur í tíðina. Felagið brúkti síðan okkurt um tveir mánaðir at eftirkanna hvønn einasta tímaseðil, og tað var beinanvegin, at illgrunin bleiv váttaður.
- Vit kunnu skjalprógva, at yvirtíð og vaktargjøld ikki eru avroknað í samsvari við sáttmálan. Hasar stívliga tríggjar milliónirnar eru vit komin fram til við bara at taka tað við, sum er púra opinlýst, og latið tað ligið, sum krevur meira arbeiðskrevjandi útgreiningar, sigur Arnfinn Bech.
- Vit hava heldur onga orsøk at halda, at SEV ikki rindaði úrtíðarløn í samsvari við sáttmálan, áðrenn verandi leiðsla tók við, leggur hann afturat.
Forháling
Kanningin av tímaseðlunum varð liðug stutt fyri jól í fjør, og 8. januar legði MF niðurstøðuna fram á fundi við SEV og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið (KAF). Arbeiðsgevararnir ynsktu tó at fáa neyvari innlit í kanningina og tilfarið hjá MF, áðrenn teir vildu taka støðu til nakað krav. Tað tilfarið hava teir fingið.
27. februar í ár boðaði SEV frá, at tað nú var KAF, sum tók sær av málinum, men tað hevur ikki sett ferðina á málsviðgerðini upp – heldur tvørturímóti.
- SEV goymir seg aftan fyri skjúrtufaldin hjá KAF, og vit skulu útvega tilfar og svara spurningum um hetta og hatta. Málið hevur eisini verið úti í lønardeildini hjá Fíggjarmálaraðnum og vent, hava vit skilt. Nú er tað bara talan um forháling, tí málið er fult upplýst, sigur Arnfinn Bech.
SEV kennir ikki sáttmálan
Tann gitni prikkurin yvir i’num var, tá SEV vendi sær til hansara og spurdi, um Maskinmeistarafelagið kundi útvega teimum sáttmálan, sum var galdandi, tá vaktarskipanin í síni tíð bleiv gjørd.
- Tá datt høkan niður á bringuna, og eg hevði ilt við at trúgva mínum egnu oyrum. SEV hevur í áratíggju havt eina vaktarskipan, sum tey siga varð gjørd í samsvari við sáttmálan. Tey kunnu tó ikki vísa á nakra skrivliga avtalu um hetta, og nú vísir tað seg mín sann, at tey ikki eingongd eiga eitt eintak av gamla sáttmálanum, ið var galdandi tá.
- Men líkamikið um vaktarskipanin var í samsvari við sáttmálan ella ikki, so má tað vera sólarklárt fyri allar partar, at ein sovorðin skipan ongantíð bara kann skúgva ásetingar um arbeiðstíð og úrtíðarløn til viks, sigur Arnfinn Bech.
Soleiðis sá ein arbeiðsvika hjá einum maskinmeistara á Vágsverkinum hjá SEV út í februar 2021. Arbeiðsvikan er 37 tímar sambært sáttmálanum, men hesin maskinmeistarin hevur arbeitt í umleið 51 tímar og er bara skrásettur fyri ein hálvan yvirtíma. Stórur partur av tímatalinum er vikuskiftisarbeiði, har úrtíðarløn – 100 prosent av tímalønini – eigur at rindast afturat vanligu lønini. Hesin maskinmeistarin hevur tó bara fingið vaktargjøld afturfyri. Vaktargjald 1 er 18 prosent av tímalønini, og vaktargjald 2 er 36 prosent av tímalønini