Lýsing
Lýsing
Lýsing
Slíkar vitjanir eru besta umboðan fyri, at aðrar líknandi konsertir koma higar, tí tónleikararnir duga væl at bera boðini út í heim, um at Varpið er eina vitjan vert. | Mynd: Dávur Winther

Tónleikur í heimsflokki í Varpinum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  18.05.2025 - 12:40 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í gjárkvøldið varð boðið til eina serstøka og sjáldsom konsertuppliving í Varpinum við heimskendum tónleikarum.

Tað var eingin skrá fyri kvøldið, men søgdu teir ymsu tónleikararnir so hvørt frá hvat teir spældu – eisini hvørjir teir ymsu tónleikararnir vóru. Hvørja ferð kom upp: Hesin er ein av heimsins bestu guittarspælarum, hesin er ein av teimum bestu cellospælarunum í heiminum o.s.fr.

Nakað var av kendum klassiskum tónleiki eftir Bach, Schubert, Couperin o.o, eitt sindur av flælsi var, har klassiski tónleikurin við improvisatíon møtti nútímans tónleiki.

T.d. var eitt stykki, útsett fyri guittar, sum skuldi endurspegla eina tokferð. Tað var so væl skrivað og spælt, at tað var eins og, tú vart við í ferðini við tokljóðum og floytum.

Eitt ótrúliga spennandi bland av altjóða, klassiskum og nýmótans tónleiki, og spælið var sanniliga eisini í heimsflokki – heilt framúr. Gott at hoyra slíkan tónleik her í Klaksvík, her í Varpinum!

Hesir fimm tónleikararnir, sum allir eru russar í útlegd, búgva í Týsklandi, Italia og aðra staðni, koma bert saman til hesa einu konsertferðina í Varpinum.

Við sær høvdu teir okkara dunaliga klaverleikara, sum eisini hevur verið roynt seg á kendum heimspallum, Jóhannes Andreasen (flygil).

Gesirnir vóru Dimitri Illarionov (guitar), Sergey Malov (violin og violoncello da spalla) ættaður úr St. Pætursborg, Anna Koshkina (cello), Boris Andrianov (cello).

Eg fekk eitt stutt prát við Sergey Malov, Annu Koshkina og Boris Andrianov í steðginum. Tey vóru sera fegin um ferðina til Føroya og undraðust á vakurleikan – Høvdu m.a. verið í Mikladali, sum var hugtakandi.

Tey nevndu við ein munn tað fantastiska Varpið, og at hetta var eitt heilt framúr spælistað við klangi í heimsflokki.

Sergey Malov, ættaður úr St. Pætursborg, harmaðist um ikki at hava hitt pápa sín í trý ár vegna kríggið, og at pápin ikki hevði sæð børn hansara alla hesa drúgvu tíð.

Slíkar vitjanir eru besta umboðan fyri, at aðrar líknandi konsertir koma higar, tí tónleikararnir duga væl at bera boðini út í heim, um at Varpið er eina vitjan vert.

Takk fyri vitjanina!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­fundu­rin Miðfloksins verður komandi…
Málið um Suðuroyar­tunnil dettur burtur
Gólvið Í KÍ høllini verður skift
Suðuroyar­tunnilin aftur í nevnd
Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur í…
Bjarni: Samgonguting­fólk eru bukkaði und…
Sólvit: Málið um Suðuroyar­tunnilin skal…
Framsókn stendur við skegginum í postkas…
Málið um íleggingargrunnin aftur í nevnd
Ruth: Ongin Suðuroyar­tunnil uttan pensió…
Eirikur: Pensjónsmál­ini verða tikin aftu…
Seinasta hond løgd á Norð­oyastevnublaðið
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 13
Liljan uppsagt clearingsavtalu við Fólka…
Frimodt tikið sæti á tingi
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 11
Stakkavík sløk 6.000 pund
Lágir prísir, men alingin gekk væl 
Av Kallinum á summarskeið á Syðradali
Sól og summar: KÍ kvinnur - B36