Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyska Sjómansmissiónin fingið nýggjan formann

SKRIVAÐ: Føroyska Sjómansmissiónin  |  17.05.2025 - 19:34 Mentan Tíðindi

Síðstu fimm árini hevur Kári Henriksen, á Nesi, verið formaður í leiðslutoyminum fyri Føroysku Sjómansmissiónina. Hann hevur gjørt eitt gott arbeiðið, men ynskir at fara frá sum formaður. Hann siglir helvtina av árinum, og fær tí ikki verið við í øllum sum Sjómansmissiónin hevur á skránni. Tí heldur hann, tað er betri, at heimamaður er formaður. Hann verður verandi í toyminum.

 

Kára verður takka hjartaliga fyri tíðina sum formaður og fyri, at hann heldur fram í toyminum.

Nýggjur formaður er 60 ára gamli Petur Jacob Langgaard, á Norðoyri. Hann hevur verið sølumaður hjá Kjøli heilsølu, sum er partur at Kjølbro heilsølu, síðani 1987. Hansara andaliga heim er KFUM/K í Klaksvík og kirkjan. Hagar varð hann leiddur sum barn, og har kemur hann framvegis, samstundis sum hann tekur lut í arbeiðinum.

 

– Hvat kennir Petur Jacob til sjólívið og Sjómansmissión?

– Ikki nógv, men heldur ikki einki. Eftir lokna skúlagongd róði eg út við sluppunganum Norðan. Tað var ein strævin og spennandi tíð. Eg spýði hvønn túr, og kortini helt eg á í tvey ár. Í 2023 hevði eg farloyvið frá heilsøluni. Tá var eg við Martin, tænastuskipinum hjá Bakkafrosti.

 

Annars kenni eg sjómanstrúboðaran og nakað til arbeiðið hjá Sjómansmissiónini. Í fjør var eg við arbeiðstoyminum, sum skifti vindeygu á Hotel Ørkini í Reykjavík. Tá fekk eg nakað av innliti í arbeiðið har, sigur hann.

 

– Hevur nýggi formaðurin ítøkiligar ætlanir fyri arbeiðið?

– Nú skal eg fyrst seta meg nærri inn í tað góða arbeiðið, sum verður gjørt. Annars haldi eg, tað er týdningarmikið við skipsvitjanum og at fáa gott kristiligt tilfar út til skipini. Tað verður lisið og lurtað eftir av fleiri, tí tað havi eg sæð, sigur Petur Jacob.

Honum verður ynskt til lukku og Guds signing við formansstarvinum.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Lands­fundu­rin Miðfloksins verður komandi…
Málið um Suðuroyar­tunnil dettur burtur
Gólvið Í KÍ høllini verður skift
Suðuroyar­tunnilin aftur í nevnd
Línuskip og útróðrarbátar sleppa aftur í…
Bjarni: Samgonguting­fólk eru bukkaði und…
Sólvit: Málið um Suðuroyar­tunnilin skal…
Framsókn stendur við skegginum í postkas…
Málið um íleggingargrunnin aftur í nevnd
Ruth: Ongin Suðuroyar­tunnil uttan pensió…
Eirikur: Pensjónsmál­ini verða tikin aftu…
Seinasta hond løgd á Norð­oyastevnublaðið
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 13
Liljan uppsagt clearingsavtalu við Fólka…
Frimodt tikið sæti á tingi
Tingfundu­rin niðurlagdur til kl. 11
Stakkavík sløk 6.000 pund
Lágir prísir, men alingin gekk væl 
Av Kallinum á summarskeið á Syðradali
Sól og summar: KÍ kvinnur - B36