Lýsing
Lýsing
Lýsing

Lærarastørv til samfelagsfrøði, søgu og støddfrøði skúlaárið 2025 – 2026

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2025 - 10:04 Tíðindi

Til komandi skúlaár verður søkt eftir tímalærarum til Yrkisnám og Gymnasialu Tøknibreytina á TSK

 
Førleikar 
Umsøkjararnir skulu hava førleika eftir kunngerð nr. 23 frá 7. apríl 2014 um fakligan førleika hjá lærarum í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 19. juli 2019.
 
Lærugreinirnar eru 
- Samfelagsfrøði E, trýggir flokkar á í miðal 3 t/v.
- Støddfrøði B, tveir flokkar á í miðal 5 t/v. 
- Samfelagsfrøði C, ein flokkur á í miðal 3 t/v.
- Søga C, ein flokkur á í miðal 3 t/v. 
 
 
Av tær sum undirvísara vænta vit, at tú  
- kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt,  
- ert eldhugað/ur, opin og jalig/ur,  
- hevur góð evni at samskifta munnliga og skrivliga,  
- hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk og  
- trívist í tvørfakligum samstarvi og luttøku í toymisarbeiði.
 
Setanartreytir  
Setanartreytir eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.  
Í lærugreinum við verkætlanaruppgávum skal undirvísarin eisini virka sum vegleiðari. Óroyndir undirvísarar skulu á innleiðsluskeið í námsfrøði í døgunum 5. – 7. august. 


Umsóknir  
Umsóknir skulu sendast skúlastjóranum á teldupostadressuna runih@tsk.fo í seinasta lagi 19. mai 2025, kl.14:00. 
 
Lærarin tekur við starvinum 13. august 2025.    
   
Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Kjartan G. Sleire, økisleiðara á Tøknibreytini (kjartans@tsk.fo), ella Rúna Heinesen, skúlastjóra. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…
Mjølnir boðar til aðalfund
Klakkur landar 310 tons av frystum fiski
Sólmay landaði sløk 2.800 pund
Veðrið í vikuni
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Hjartaliga vælkomin í miðbýin
Tøkk - Birgir Steinfinn Matras
Kurvabólt­felagið HÁVUR
Til frama fyri fólkið