Lýsing
Lýsing
Lýsing

Sakaris spælir á Summar Festivalinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  12.05.2025 - 07:04 Mentan Tíðindi

Kreativi tónleikarin við teimum peppaðu sangunum hevur konsert á Summar Festivalinum í august

 

Við einum óvanliga góðum tevi fyri at seta saman ljóð, løg og orð skapar Sakaris modernaðan og peppaðan tónleik, sum fær íblástur frá 80'ara pyntipoppi. Sakaris hevur við kreativiteti og musikaliteti megnað at skapt eitt heilt egið ljóð og úttrykk, sum bæði kann fevna og strimbra lurtaran.

Hann hevur altíð leverað, tá ið hann hevur havt framførslur – líkamikið um tað er á Summar Festivalinum, til bingo í pensjónistafelagi ella til trettan ára føðingardag.

Hittini eru eitt nú "Allarbesti", "Aalborg", "Magical Bag of Fun" og "I Put On This Dress Only For You", og saman við bólkinum Byrtu hevur hann gjørt væl umtóktar endurinnspælingar av sangunum "Stjønuskot" og "Frøknur". Seinastu tíðina hevur sangurin "Tramin" verið nógv at hoyra í útvarpi.

Sakaris spælir á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 7. til 9. august.  

Lýsing
Seinastu tíðindini
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…
Mjølnir boðar til aðalfund
Klakkur landar 310 tons av frystum fiski
Sólmay landaði sløk 2.800 pund
Veðrið í vikuni
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Hjartaliga vælkomin í miðbýin
Tøkk - Birgir Steinfinn Matras
Kurvabólt­felagið HÁVUR
Til frama fyri fólkið