Lýsing
Lýsing
Lýsing

Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  12.05.2025 - 13:01 Tíðindaskriv

Í dag, 12. mai, yvirtaka Grønland, Føroyar og Danmark formansskapin í Arktiska ráðnum

 

Yvirtøkan fer fram í Tromsø, har norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide, letur stafettina víðari til Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum og gransking í Grønlandi, sum tekur við formansskapinum vegna Grønland, Føroyar og Danmark.

Yvirtøkan verður stroymd her. Tiltakið byrjar kl. 16.30 føroyska tíð.

Grønland, Føroyar og Danmark hava formansskapin í Arktiska ráðnum frá 2025-2027.

At leiða Arktiska ráðið komandi tvey árini er ein týdningarmikil uppgáva. Í næstan trý áratíggju hevur Arktiska ráðið staðið sum hornasteinurin í samstarvinum millum arktisku londini. Tí er tað avgerandi, í eini tíð, har altjóða samstarv er undir trýsti, at vit varðveita og styrkja virkisførið í ráðnum. Føroyski næstformanssessurin gevur somuleiðis Føroyum eitt gylt høvi at varpa ljós á okkara leiklut í Arktis – serliga við okkara serkunnleika innan gransking, ikki minst á havøkinum.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Ein framúr føðingardags­konsert
Gallarí Á Stongunum lat upp í dag
Team Klaksvík 25 - Legends
Samrøða við Hanus Kjølbro
Nøglin
Samrøða við Aksel Johannesen
Samrøða við Beinir Johannessen
Trílemba í Mikladali
Ein náttúrutúrur um Eiðisskarð
Norðoya fornminna­savn í nýggjum hami
Norð­oyastevnu­veðrið
Í góðum teiti á Norð­oyastevnu
Norð­oyastevnu­konsertin verður aftaná KÍ…
Beinir og Hanus vitja Norðlýsið
Mjølnir leikarar á A-lands­liðnum
Norð­oyastevnu­framsýningin er við
Team Klaksvík móti Team Klaksvík í kvøld
Løgmaður vitjar Norðlýsið
Stórdansur í KÍ høllini á Norð­oyastevnu
Jóanes Nielsen listaframsýning á Norðyas…