Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Veðrið í vikuni

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  12.05.2025 - 09:00 Tíðindi Veðrið

Gott veður hesa vikuna. Eitt hátrýst fer at liggja beint við Føroyar, og hátrýstveður er vanliga gott veður. Bert heilt lítil broyting í veðrinum frá degi til dags, so teksturin niðriundir fer fyri ein stóran part at vera endurtøka frá mikudegnum og frameftir.

Vindurin fer bert onkra løtu upp um 6 m/s, einki avfall sæst í nakrari framrokning yvirhøvur, og í erva fer fyri ein stóran part av vera klárt ella smáskýggjað. Hitalagið fer at liggja støðugt úr 7 stigum og uppeftir. Mesti dagshiti um 11 stig, men har sum ættin lívir vera nøkur stig afturat.    

Veðrið í vikuni – dag fyri dag:

Mánadagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og turt við sól ella sólglottum. Hitin 7 til 11 stig.

Týsdagin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s. Sum frá líður fer hann at mæla av ymsum ættum. Smáskýggjað og turt við sól ella sólglottum í dagtímunum. Hitin 7 til 12 stig.

Mikudagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og turt við sól ella sólglottum í dagtímunum. Hitin 8 til 13 stig.

Hósdagin

Lítið lot sunnan ella av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og turt við sól ella sólglottum í dagtímunum. Hitin 9 til 14 stig.

Fríggjadagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt við sól ella sólglottum í dagtímunum. Hitin 10 til 15 stig.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Guðrun Sólja syngur á Summar Festivalinu…
Olavs Menn vitja í Klaksvík 18. mai
Dan Brimsvík ferdigur í 07 Vestur
Pylsur og køkur til føðingardags­barnið
Lands­stýris­maður á fundi við Nes kommunu
Dokumentarfilmu­rin "Bakka" í Varpinum í…
Í dag yvirtaka Grønland, Føroyar og Danm…
Smag På Dig Selv
Flogbóltsk­vinnu­r­nar leika venjingardysti…
Boða frá tiltøkum til Norð­oyastevnuskrán…
Lærarastørv til samfelags­frøði, søgu og…
Mjølnir boðar til aðalfund
Klakkur landar 310 tons av frystum fiski
Sólmay landaði sløk 2.800 pund
Veðrið í vikuni
Sakaris spælir á Summar Festivalinum
Hjartaliga vælkomin í miðbýin
Tøkk - Birgir Steinfinn Matras
Kurvabólt­felagið HÁVUR
Til frama fyri fólkið