Lýsing
Lýsing
Lýsing

 Takk til politisku skipanina

SKRIVAÐ: Mary Antonsdóttir, forkvinna  |  24.04.2025 - 19:24 Lesarabrøv Tíðindi

Eg vil við hesum lesarabrævið, fegin nýta høvið til at takka politisku skipanini, fyri at løn undir útbúgving, loksins bleiv einmælt samtykt við 3. viðgerð í dag.

 

 

Tað er ikki frítt, at tað runnu nøkur gleðistár, nú arbeiðið endiliga bar frukt, aftaná fimm og eitt hálvt ár. Hetta er ein stórur dagur fyri meg, okkum sum fakfelag, okkara limir, umframt hinar báðar fakbólkarnar.

Startskotið til hetta uppskotið, var 5.desember í 2019, tá fyrsti fundurin var á Heilsuhjálparafelagnum við táverandi borgarstjórar Anniku Olsen og Jógvan Skorheim, sum tóku væl ímóti uppskotinum.

Síðani tá er nógv vatn runnið í ánna og nógvir fundir hava verið,í royndini at fáa sannført politisku skipanina um, at hetta var eitt neyðugt stig at taka, um vit áhaldandi skulu útbúgva nokk av umsorganarstarvsfólkum.

Tað mundi eydnast táverandi landsstýrismanni Jenis av Rana, at fáa avgreitt málið, men tíverri sum tað so mangan hendir í politisku skipanini, datt tað á gólvið í síðstu løtu.

Í dag komu vit endiliga á mál, hóast nógvar knortlutar umvegir og gleðin er ótrúlig.

Tað sum eisini er at fegnast yvir, er at málið varð einmælt samtykt. Bæði samgonga og andstøða stóðu saman og tískil vil eg fegin veita ein hjartans tøkk til øll sum trýstu á knøttin í dag. Somuleiðis ein takk til núverandi landsstýrismann Djóna Nolsøe Joensen, sum varar av økinum.

Tað sum nú liggur eftir, er at avvarðandi fakfeløg fara at samráðast um løn til næmingarnar.

Óivað fer hesin nýggi leisturin, at lyfta umsorganarøkið á eitt hægri støði, okkum øllum at frama. Tað síggja vit longu nú, við økta umsøkjaratalinum á Heilsuskúla Føroya.

Heilsuhjálparafelagið hevur nógvar limir sum eru hjálparfólk, sum hava arbeitt í nógv ár og eru uppihaldarar, tískil kemur hetta at gera, at tey fáa møguleika at fara í skúla og taka sær eina útbúgving, umframt øll tey ungu sum kunnu velja sær eina spennandi yrkisleið.

Alt í alt, ein sólskinssøga fyri okkum føroyingar.

 

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Heilsuhjálparafelag Føroya

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Dystar­veðrið NSÍ – KÍ
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…