B36 stendur seg søguliga væl í Klaksvík
Mótstøðuliðið hjá KÍ 2. páskadag hevur góð hagtøl í Klaksvík og var eisini seinasta liðið, sum fekk stig í Klaksvík.
Hyggja vit eftir øllum landskappingardystum hesa øldina, so hevur B36 vunnið munandi oftari enn heimaliðið í Klaksvík. Í kappingini um løgmanssteypið hava liðini okkum vitandi ikki møtt hvørjum øðrum so ofta í Klaksvík. Í 2003 vann B36 7-1 í seinni hálvfinaluni í Klaksvík.
Síðsta vitjandi liðið sum fekk stig í Klaksvík var júst B36. Hetta hendi, tá liðini í 26. umfari í fjør spældu 2-2 javnleik.
Í Klaksvík í landskappingini hesa øldina:
2024: KÍ-B36 2-2
2024: KÍ-B36 4-2
2023: KÍ-B36 2-1
2022: KÍ-B36 1-1
2022: KÍ-B36 1-0
2021: KÍ-B36 3-1
2021: KÍ-B36 4-0
2020: KÍ-B36 1-1
2020: KÍ-B36 0-2
2019: KÍ-B36 0-2
2018: KÍ-B36 3-1
2017: KÍ-B36 1-5
2016: KÍ-B36 2-2
2016: KÍ-B36 1-1
2015: KÍ-B36 2-1
2014: KÍ-B36 1-3
2013: KÍ-B36 1-1
2013: KÍ-B36 0-2
2012: KÍ-B36 0-2
2012: KÍ-B36 3-4
2011: KÍ-B36 0-2
2011: Kí-B36 0-3
2009: KÍ-B36 2-2
2008: KÍ-B36 2-1
2008: KÍ-B36 2-0
2007: KÍ-B36 1-1
2006: KÍ-B36 0-1
2005: KÍ-B36 0-2
2004: KÍ-B36 0-1
2003: KÍ-B36 1-2
2002: KÍ-B36 2-3
2001: KÍ-B36 1-2
Dystir: 32
KÍ vunnið: 9
Javnleikur: 8
B36 vunnið: 15
Kelda: FaroeSoccer