Risin er hann upp so fagur, orð hans eru lív og ond
Ja, hann er her guddómsmaður! Sprongd nú eru deyðans bond! Risin er hann upp so fagur, orð hans eru lív og ond
Ja. hann er her, guddómsmaður!
Sprongd nú eru deyðans bond!
Risin er hann upp so fagur,
orð hans eru lív og ond.
Runnið upp eitt vár nú er
fyri okkum her í verð.
Og sum ljóða páskasangir,
sálin fær sær fuglaveingir.
/Slmb 629 v 5)
"Hann er ikki her, tí hann er risin upp, sum hann hevur sagt" (Mt. 28,6). Soleiðis ljóðaðu orðini hjá eingli Harrans til fjálturstungnu kvinnuna páskamorgun. Orðini merktu og merkja, at Jesus var ikki longur bundin av rúmi, staði og tíð - nú var og er hann allastaðni. Hann var og er partur av guddóminum, og uttan hann var onki til av tí, sum nú er til; og tí kundi Jesus geva lyftir, ið eru tryggari enn kletturin, og tí kundu deyðin og grøvin ikki binda hann!
Hann hevði verið saman við teimum í likaminum, hann bleiv tikin frá teimum, og brátt so var hann aftur teirra millum - hin sami, og tó heilt ørvísi. Hann var helst fleiri staðni samstundis, og hansara nærmastu blivu sannførd um, at tey vóru vitnir til eina hending, ið sprongdi øll mørk og alla vitan, men sum kortini var eins verulig og jørðin tey stóðu á og sólin, ið reis dagin eftir páskamorgun.
Ein megi var latin leys í heiminum, øðrvísi enn alt tey høvdu uppliva, ein angi av vári, summari, sól og ævigari vón, sum enn senda sínar geislar, sin hita og sína vón og uggan til teirra, ið lata sálardyrnar upp tá páskaklokkurnar kalla, og sum tora at taka undir við páskasanginum, sum gevur okkum eitt himmalskt hugflog, ið ber okkum inn í tær ævigu víddirnar, meðan vit enn hava føturnar væl og virðiliga festar á jørðini.
Tað er hendan uppreisnarmegin sum hevur hildið lív í kristna boðskapinum gjøgnum øldirnar, og givið teimum trúføstu dirvi og megi til at hvíla í lyftum Jesusar. Hettar er tað livandi orðið, ið er hin upprisni Kristus!
Myndugleikarnir í Gamla Jerusalem hildu fyri tveimum túsund árum síðani, at nú kundu teir hvíla trygt, tí nú var uppreistrarleiðarin endiliga væl og virðiliga deyður og jarðaður. Men gakk! Enn tann dag í dag ringja kirkjuklokkur um allan heim, enn tann dag í dag ljóða hesi orðini av talarapallum víðan um: "Hann er risin!"
Í mongum kristnum londum er hettar eisini páskaheilsanin manna millum: "Hann er risin!" og fólk svarða: "Ja, sanniliga, hann er risin!" Og vit kunnu við Grundtvig leggja afturat: "Ja, hann er her guddómsmaður! Sprongd nú eru deyðans bond! Risin er hann upp so fagur, orð hans eru lív og ond."
Gleðiligar páskir!