Bindifestivalurin 10 ár
Nú nærkast alvorliga til BINDIFESTIVALURIN verður, og sum altíð hevur Bindifestivalurin fleiri ókeypis tiltøk at fara til.
Setanin verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði mikukvøldið 23. apríl kl. 19. Her byrjar 10-ára haldi hjá Bindifestivalinum, og øll eru vælkomin.
Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, setur BINDIFESTIVALIN 10 ár.
Forvitnisligur fyrilestur verður aftaná um læknan Sannu Dahl, sum var undangongukvinna í síni samtíð. Eisini verður festligur horntónleikur og ein dussur við góðari kaku.
Hóskvøldið 24.apríl verður Aftankvirra í Fuglafjarðar kirkju kl 20 við G.J.Mikkelsen, presti og Cantus Deo, sum fer at syngja og spæla. Komi og njóti løtuna í kirkjuni í kvirru, við sangi og við urgutónum frá H. Kambsdal.
Leygarmorgunin 26. apríl sær eitt nýtt tiltak dagsins ljós. Tað er ”Túnarenning LIGHT”, sum byrjar við tilmelding kl 9 uttan fyri kirkjuna. Sjálv renningin, sum er fyri stór og smá, kvinnur og menn, byrjar kl 10.
Eisini verður ein øðrvísi fyrilestur kl. 11 við trimum kvinnum, hann verður á bókasavninum í Fuglafirði, har øll kunnu koma.
Endaløtan hjá Bindifestivalinum, verður leygarkvøldið 26.apríl kl.18 í Mentanarhúsinum. Kom inn á gólvið og fá tær ein kaffimunn, tá vit siga farvæl og takk fyri hesaferð. Ein og hvør er vælkomin.
Øll hesi tiltøkini eru almenn, so minst til at seta tær X í kalendaran hesar dagarnar.
Vælkomin á BINDIFESTIVALIN 10 ár.