Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jú, við teimum koyrimøguleikum, sum nú eru, er henda framsýnignin á hesum náttúruvakara staði, heilt víst eina vitjan verd | Mynd: Dávur Winther

Forvitnislig framsýning á Viðareiði á páskum

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  17.04.2025 - 12:21 Mentan Tíðindi

Allar páskadagarnar verður ein framsýning um at søkja bjørgini við fuglafleyg og øðrum at síggja á Hotel Norð á Viðareiði. – Hetta er eitt framhald av framsýningini í fjør, sigur Levi Heinesen, sum stigtakari og við hjálp hevur sett framsýningina upp.

Á páskum í fjør var eisini ein framsýning á Viðareiði um fuglaveiðimentan, sum Levi Heinesen hevði valt at kallað ‟Undir oynni”. Nú hevur hann enn einaferð gjørt seg kláran við eini nýggjari framsýning, sum við lutum, myndum og teksti sigur frá fuglaveiði.

– Hetta er ein páskaframsýning til føroyingin, og lýsir hon á ymsan hvussu teir søktu bjørgini og ikki minst tók upp. Hóast hetta upp á ein máta er sama framsýning, sum í fjør, er einki tað sama.

Framsýningin er í størri samanhangandi høli omanfyri stóra matarsalin á hotellinum, sum ger hana meira rúmliga og lætta at fara um.

– Í fjør snúði framsýningin seg mest um menninar, ið søktu fuglabjørgini, men hesa ferð verður eisini víst, hvat kvinnurnar tókust við. Royttu tær fuglin fyri ein triðing og gjørdu ymiskt fyri at gagnnýta alt tilfeingið. Ikki minst at borðreiða fongin.

Fingið góðan stuðul

Framsýningin er á hotellinum á Hotel Norð allar páskadagarnar, letur upp í dag kl 16.00, har alt er meira professionelt sett upp og sýnt fram, so talan er um eina uppaftur betri framsýning. Ikki minst letur hetta seg gera við góðum stuðli frá Lions Club Eysturoy/Klaksvík, Viðareiðis kommuna, Norðoya Sparikassa, Hotel Norð og Christian í Grótinum.

– Eg havi hjálp til alt tað grafiska frá beiggja mínum, Jens Karstin Heinesen, og Jóhan Sofus Kruse Glyvradal, sum hevur gingið til handa. Eisini havi eg fingið góða hjálp frá FabLab á Kambsdali, ið sera lagaliga hevur gjørt øll tey stóru prentini, sum síggjast á framsýningini, sigur Levi Heinesen.

– Harumframt havi eg lánt lutir og fingið hjálp frá Norðoya Fornminnasavni, so fólk kunnu síggja, hvussu alt sá út, sum okkara forfedrar brúktu, tá ið teir søktu bjørgini og skuldu fáa fongin til høldar og hagreiddan.

Allar páskadagarnar

Framsýningin hesa ferð er við íblástri úr tveimum bókum, sum eru ‟Fuglefangsten på Færøerne” eftir Arne Nørrevang og ‟Lundafleyg – ein fleygadagur í Nólsoy” eftir Jens-Kjeld Jensen.

– Tað ber til at siga, at framsýningin hevur flutt seg eitt sindur, samanborið við hana í fjør, tí hesaferð snýr tað seg meira um menniskju heldur enn staðarnøvn og staðbundið tilfar, ið mest var av tá. Tí haldi eg eisini, at henda framsýningin rakar breiðari og kann fortelja øllum nakað, sigur Levi Heinesen.

Framsýningin á Hotel Norð á Viðareiði er opin allar páskadagarnar, frá skírisdegi 17. apríl til annan páskadag 21. apríl. Opið er hvønn dag millum klokkan 16 og 20. Til ber eisini at fáa ein góðan drekkamunn og okkurt gott frá Hannu Mørkøre Heinesen, sum er kondittast, afturvið til keyps.

Jú, við teimum koyrimøguleikum, sum nú eru, er henda framsýnignin á hesum náttúruvakara staði, heilt víst eina vitjan verd.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Russ Taff til Føroya
Bindifestivalu­rin 10 ár
Tað gekk enn einaferð hjá Høgna!
Talv: Systkinabørn vunnu gull og silvur
Flóvin Matras Tummasarson vann FM í 1. b…
Fjølbroytt lands­stevna 2. – 4. mai 2025
Opið bræv til lands­stýriskvinnuna við um…
Myndarøð: Tá Norðlýsið fylti 110
Luitjen pressar!
Hálvfinalur í BÓNUS kappingini
Líðin og Leiti hagafund
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Størsti sigur hjá KÍ á HB síðani 1970
Myndarøð: HB fekk avsmurning í Klaksvík…
KÍ vann stórsigur á HB
Nógv fólk í Svínoy
Forvitnis­lig framsýning á Viðareiði á pá…
Lívið nær Gudi givin útaftur
Lova HARRANUM! - Páskastevna í Bylgjun…
Upptakt: KÍ-HB