Lýsing
Lýsing
Lýsing
Myndin sýnir Irving Peake Johnson (1866-1947), USA. Abbi hansara var føroyingur, Jógvan á Gaddi, ættaður úr Porkeri. | Mynd: Library of Congress

Ymsar eru lagnurnar

SKRIVAÐ: Óli Olsen  |  19.04.2025 - 14:13 Mentan Tíðindi

Søgan byrjar summarið 1808, tá ið skiparin, Nólsoyar Páll, og manning hansara fóru seinastu ferðina úr Føroyum við Royndini fríðu.

 

Joen Joensen, Jógvan á Gaddi, var stýrimaður, og matrósar vóru Magnus Zachariassen úr Fuglafirði, Thomas Joensen úr Nólsoy og Daniel Olsen úr Uppsølum norðan úr Vági (Klaksvík).

Nær Skagen kapraði bretskt herskip Royndina fríðu og tók manningina fanga. Undir varðhaldi vórðu føroyingarnir førdir til London, har teir skuldu tala sína søk.

Í London greiddi Nólsoyar Páll myndugleikum frá, at leiðin lá til Danmarkar eftir kornfarmi, nú hungursneyð tók seg upp í Føroyum.

Eftir hetta vórðu føroyingarnir latnir leysir og fingu annað skip – North Star, 54 tons – fyri Royndina, ið teir høvdu mist av bretskum ávum.

Seinasta lívstekin um Nólsoyar Páll (og menn hansara) er frá 17. november 1808. Henda dagin møtti Páll í rættinum (Admiralty Prize Court) og undirskrivaði síðani rættarfrásøgnina. Viðmerkt verður, at teir skulu sigla fyrsta dagin.

Men júst nær North Star er farin úr London og síðani úr Leith í Skotlandi, har teir skuldu ferma korn til Føroya, er óvist. Skipið hvarv, og eingin spurdist aftur.

Men, men, men. Í London fór Jógvan á Gaddi aðrar vegir – og ikki heim við North Star, sum hvarv við allari manningini.  

Í 1814 hitta vit hann aftur – í Suðuramerika. John Johnson, sum hann nú skrivast, hevur hýru á amerikanska herskipinum Essex.

Tá ið Essex 28. mars hetta árið fer úr havnarbýnum Valparaiso, leypa bretsku herskipini Phoebe og Cherub á. Eftir blóðugan bardaga og stórt mannfall strikar Essex flaggið.

Føroyingurin hórar undan, men missir høgra arm. Teir, ið bjargaðu lívinum, komu til New York um summarið 1814.

Í USA giftist John Johnson við Elizabeth Everett, og tey fingu synirnar William Ross og John Everett Johnson, f. í 1826 og 1828. Báðir gjørdust prestar, umframt at sonur William Ross – abbasonur Jógvan á Gaddi – Irving Peake Johnson, varð biskupur í Colorado.

Elizabeth Everett doyði í 1846 og John Johnson í 1867 – 80 ára gamal. Tey hvíla lið um lið í Poultney í statinum Vermont.

21. apríl 1917 skrivaði Dimmalætting greinarstubba við heitinum: ”En Færing, der blev biskop.” Orðaljóðið byrjar soleiðis:

”I en amerikansk avis læses følgende: Den 1. januar 1917 ordineredes i Denver Pastor J. P. Johnson til Biskop for Colorado. Johnsons abba (bedstefader) stammede fra Suderø paa Færøerne, hvor han blev født 1787, den 12. august.”

 

 

  

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
EM byrjar í Klaksvík
Andstøðan stóð saman, samgongan ikki
Fiskimála­ráð­har­rin og Pontius Pilatus
Tað er ikki nógvir útróðrarmenn eftir í…
Nýggir kavarar klárir
Gudstænasta í Christians­kirkjuni
Ester Skála á Summar Festival
Gloym meg ei - Stuðuls­konsertin 2025
Landnyrðings­føroyar – tapara- og vinnara…
Svartkjaftastovnu­rin í minking
Sálarligur harðskapur, tráfylging og ága…
Kim og Føroya Symfoniorkestur í Norðurla…
Alt til lands – í Norra
Nes Kommuna veksur við fullari ferð
Samgongan í spakuligari upploysn
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Veðrið um vikuskiftið
Til minnis um Steinfinn Matras
Størsti sigur hjá KÍ síðani 1998