Lýsing
Lýsing
Lýsing

Aðalfundurin 2025

SKRIVAÐ: Grindamannafelagið  |  06.04.2025 - 03:20 Tíðindaskriv

Árligi aðalfundurin hjá Grindamannafelagnum fyri 2025, varð hildin leygardagin 5. apríl 2025 í Klaksvík.

 

 

Góða veðrið og ymisk onnur tiltøk, varð helst orsøk til at fá fólk møttu til fundin, og tá fundarstjórin kannaði um fundurin varð viðtøkuførur, manglaði bert ein hvalvág í, fyri at aðalfundurin kundi verða viðtøkuførur. Tískil bleiv sum lýst áðrenn, boða til eyka aðalfund ein tíma seinni.

Eyka aðalfundurin byrjaði við at landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jóhan Christiansen helt eina røðu. Gestarøðari varð Hallgerð Akursstein, sum greiddi frá hvussu grind hevði mynda hennara gerandisdag, síðan hon varð smágenta.

Í formansfrágreiðingini, tók Esmar Joensen saman um árið í fjør, m.a. at endiliga blivu nýggju stingararnir til springara ordiliga royndir, avbjóðingar viðv. at grindafólk blíva melda av aktivistum, og avbjóðingar við kvotu á springara.

Roknskapurin vísti eitt lítið hall, men orsøkin varð at okkurt gjald sum hoyrdi til árið, ikki kom inn, fyrr enn eftir at fíggjarárið varð liðugt.

Peningarøkilin nýtti høvið at minna á, at felagið hevði fingið nýggja talgilda limaskipan, og at tað varð umráðandi at skráseta seg av nýggjum umvegis heimasíðuna gmf.fo

Ein nevndarlimur og tveir varalimir stóðu fyri valið, her bleiv Tina Kajsdóttir vald í nevndina fyri Eyðstein í Løðu, sum ikki tók við afturvali. Tina skrivaði søgu herfyri, at verða fyrsta kvinna sum bleiv vald til grindaformann, og nú skrivar hon aftur søgu, við at verða fyrsta kvinna, sum tekur sæti í starvsnevndini í Grindamannafelagnum.

Esmar Joensen hevur siti sum formaður seinastu tvey árini, men orsaka av øktum arbeiðsbyrðum innanfyri annað felagsarbeiði, valdi hann ikki at átaka sær formanspostin komandi árið. Tað sama gjørdi seg galdandi fyri Tóra Simonsen, sum hevur verði næstformaður/peningarøkil.

Nýggja starvsnevndin í Grindamannafelagnum er:

Formaður: Ragnar Jacobsen, Miðvágur Næstformaður/peningarøkil: Bogi Hansen, Runavík Skrivari: Esmar Joensen, Hvítanes

Varalimir:
Bjartur Tórhalsson, Vestmanna Tina Kajsdóttir, Miðvágur
Tóri Simonsen, Hvannasund

Lýsing
Seinastu tíðindini
Útróðrarbátar­nir fiska mest tosk
Umhvørvisstovan: Hans er nýggjur deildar…
EPC vitjaði í Føroyum
Bónuskappingin: Mjølnir - Fleyr í kvøld
Sexchikana og sexisma – gentur og kvinnu…
Kunningartiltak um demens og tilboð til…
Vilt tú umboða Føroyar í Kanada?
Jastrud og Sámal - Jarnbrúdleyp
Steintór Rasmussen í Høllini í Kaldbak,…
Tí er nógvur toskur at fáa í løtuni
Framtíðin krevur dirvi – Sjálvstýri er k…
KÍ hevur vunnið ein av 10 dystum móti to…
FM í talvi á Skúlatrøð
Upptakt: HB-KÍ
Veðrið í vikuni
Veðrið í vikuni
Team Klaksvík liggur á 3. plássi fyri úr…
Listaverk í hópatali við Løkin
Eydnuhjól í Skálanum í dag
Í Føroyum kunnu børn giftast