Lýsing
Lýsing
45 ár síðani fyrsti mjólkarpakkin frá MBM kom út
Í dag er ein søguligur dagur hjá Meginfelag Búnaðarmanna LVAÁ, tí hin 1. apríl 1980 var fyrsti mjólkar-pakkin pakkaður á mjólkarvirkinum í Hoyvík.
Hesi 45 árini er hent nógv í felagnum, frá at vera ein framleiðslufyritøka við fáum vørum, er fyritøkan hesi árini víðkað munandi. Vit framleiða og selja í dag 70 ymiskar mjólkarúrdráttir, og er fyritøkan víðkað til eisini at vera ein handilsfyritøka, sum nøktar, so at siga, allan tørvin hjá landbúnaðinum í Føroyum.
Felagið hevur í dag eina fóðurdeild, handil við hópin av brúkslútum og stórum úrvali av maskinum og vápnum, eykalutagoymslu og verkstað.
Í mai/juni mánaða í ár fer felagið at taka ein framleiðslubygning í Skálavík í nýtslu, har vit fara at framleiða eitt stórt úrval av ostum.
Seinastu tíðindini