Lýsing
Lýsing
Lýsing

Protokollir um fiskavørur undirritaðar í Beijing

SKRIVAÐ: Uttanríkis- og vinnumálaráðið  |  01.04.2025 - 13:34 Tíðindaskriv

Í dag vórðu heilsufrøðiligu protokollirnar um vilt veiddan fisk og fiskalýsi og -mjøl undirritaðar í Beijing. Undirritanin av hesum protokollum tryggjar, at marknaðaratgongdin til Kina verður víðkað til fleiri vørusløg enn áður.

 

Áðrenn undirritanina, var fundur millum landsstýriskvinnuna í uttanríkis- og vinnumálum og kinverska vararáðharran, Zhao Zenglian. Á fundinum fegnaðust báðir partar um góða samstarvið millum heilsumyndugleikarnar í londunum báðum og umrøddu týdningin, ið hesar protokollir hava fyri at menna handilsviðurskiftini millum Føroyar og Kina.

Tað er týdningarmikið, at føroyska útflutningvinnan fær betri atgongd til fleiri marknaðir fyri at tryggja, at okkara útflutningur ikki gerst ov sárbærur fyri broytingum á heimsmarknaðinum. Tí hava protokollir sum hesar týdning og eg eri sera fegin um, at hendan undirritanin kom í lag, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óluva: Vit fara eftir tveimum sigrum
Endurtaka Pop-up kaféina í Varpinum
Maritimur dagur á Vinnuháskúlanum
Navna- og búmerkjakapping til nýggja byg…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Metnógvar skaðafráboða­nir í 2024
Navnakapping: Hvussu skal nýggja hotelli…
Missions­húsið á Viðareiði
Bónus steypakappingin byrjar í kvøld
45 ár síðani fyrsti mjólkarpakkin frá MB…
Kanning av nøgdsemi hjá borgarum við pol…
Nýggj TemaNord frágreiðing
Tryggleikin verður tikin frá okkum!!!
Pop-up kafé í Varpinum
Jórun Pólsdóttir tikið sæti á Løgtingi 
Protokollir um fiskavørur undirritaðar í…
Føroya Ellisakfør sýna fram í SMS
Gull prát í Norð­lýsi­num
KÍ-Víkingur er framskundaður til leygark…
Javnaðar­flokku­rin ynskir Almanna­verki­num…