Tryggleikin verður tikin frá okkum!!!
Politiski myndugleikin er vorðin kaldur og kensluleysur. Uttan fyrilit til menniskjaligu rættindini til verandi pensjónsaldur, er ætlanin at kroysta enn eina hækking av pensjónaldrinum niður yvir borgaran.
Atlit verður ikki tikið til, at heilustøðan hjá fólkinum ger, at ein stórur meiriluti ikki megnar at arbeiða ellisárini. Ein stórur partur av fólkinum verður á henda hátt trælur á arbeiðsmarknaðinum, tí tað verður ein fíggjarlig vanlukka, um ein ikki megnar at arbeiða heilt til ætlaða 70-ára aldur.
Pensjónsaldurin er áður hækkaður og hóast mótmæli, varð tann broytingin framd. Við ætlanini um enn eina hækking verður tryggleikin í ellisárum skryktur undan borgaranum. Hvar eru rættindini hjá borgaranum?
Hví verða tey ikki vird?
Hvat verður tað næsta?
Hetta ber ikki til!
Nú er nógmikið!