Kanning av nøgdsemi hjá borgarum við politiið almennagjørt
Justitsministeriið ger við fimm ára millumbilum kanningar av nøgdsemi hjá borgarum við politiið. Higartil hevur politiarbeiðið í Føroyum og Grønlandi ikki verið partur av hesum kanningum, men í 2024 eru vit nú vorðin ein partur av kanningini.
Kanningin í Føroyum er framd á sama hátt sum í Danmark og Grønlandi við at senda út spurnabløð til borgarar, sum hava verið fyri ávísum brotsverkum í ávís tíðarskeið og við uppfylgjandi samrøðum við nøkur av teimum, sum hava svarað spurnablaðnum. Spurnabløðini hava verið lagað til føroysk viðurskifti og skrivað á føroyskum.
Høvuðsúrslitið vísir, at 75% av teimum spurdu borgarunum eru annaðhvørt nøgdir ella sera nøgdir við, hvussu politiið hevur viðgjørt teirra mál. Ein gjøgnumgongd av svarunum vísir, at tað, sum borgararnir leggja stóran dent á, er skjót og góð málsviðgerð og kunnandi samskifti um málsgongd og støðuna í málinum.
Michael Boolsen, fúti, sigur: "Sum heild eri eg sjálvandi sera væl nøgdur við úrslitið, sum vit hava rokkið. Tað er av nógvum góðum orsøkum torført at vinna nøgdsemi hjá borgarum, sum hava verið fyri brotsverkum, og hetta góða úrslit hava starvsfólkini æruna av. Tá ið ein hyggur nærri at svarunum, serliga í samrøðunum, er greitt, at borgararnir ynskja skjótari og betri málsviðgerð saman við størri nærveru í form av kunning. Hesi ynski samsvara við yvirskipaðu strategisku málini hjá Føroya Politi um nærleika til borgararnar og eina sunna rakstrarætlan. Vit fara eisini at arbeiða frameftir við at styrkja okkara lut á hesum økjum."