Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fólkatónleikur úr Brasiliu, Skotlandi, Finlandi á G!

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  01.04.2025 - 10:05 Myndarøð Tíðindi

Vit kunngera í dag eina ótrúliga spennandi greipu við ymiskum fólkatónleiki, sum kemur úr Brasiliu, Skotlandi og Finlandi. Øll hesi eru hugkveikt av egnum uppruna, men blanda allan møguligan annan uppruna inn í tónleikin, og fáa við hesum sín egna serliga ljóm. Og øll bera seg fram á egnan hátt við harmoniku, hornum og violinum.

 

Heilt úr Brasiliu kemur Lívia Mattos. Og tú skalt leita leingi eftir einum meira karismatiskum og litríkum framførara. Bara tað? Nei, meira. Hon spælir harmoniku, sum hon meistrar til fulnar. Hon syftir armanar til høgru og vinstru, sum vóru hettar fjaðrar við ongum bjølgi ímillum. Sannir meistarar kunnu loyva sær at bróta reglurnar, og tað ger hon sanniliga, tá ið hon blandar ymisk ljóð saman. Eisini, tá ið hon førkar mørkini fyri hvörji ljóð kunnu vindast úr eini harmoniku. Við á pallinum verða Jefferson Babu á tubu og Rafael dos Santos á trummum og slagverki. Kom og merk orkun a og gleðina, tá ið sambatónleikur í øðrvísi hami kemur á G!

 

Blue Giant Orkestar er ein vælljóðandi, tvørevropisk, gullklødd Hydra. Altso, sum hitt grikska sagnardjórið við fleiri høvdum, hvørs her eru kjarnorkumessing, gjøgnumborandi violin, buldrandi tuba, ein ovurstór russisk harmonika og eitt slagverksrúm, sum lættliga kann javna hús tíni við jørðina. Tónarnir eru heimagjørdir, men eisini tøkuløg frá fleiri ymiskum tónleika- og fólkasløgum: Horo úr Balkan, serbiskum messingfestivalum, turkiskum poppløgum, bulgarskum harmonikufýrverki og sjálvandi eitt sindur av skotskum ceilidh [kay-lee], sum er skotskur fólkadansur. Hesin villi og lívsjáttandi bólkurin úr Edinburgh, Blue Giant Orkestar, lovar eina veitslu, ið nøktar kroppin, stimbrar heilan og gevur hjartanum vælveru.


Á hvørjum ári fáa vit forkunnuga vitjan av onkrum luttakara á Fólkatónleikarastevnuni, og í ár er einki undantak. Úr Finlandi koma violinsnillingarnir Erkki Virkkala og Iikka Huntus, sum glaðir og kátir framføra, ímeðan lættliga verður fresað aftur og fram eftir violinørmunum, til tað næstan kemur eldur í! Hettar er nakað øll tónleikaáhugað tíma. Eisini kunnu vit boða frá, at teir eru við í barnatiltakinum leygardag. Børn hava ókeypis atgongd á G! í fylgi við vaksnum, so komið stór og smá og hoyrið hesar snillingar vísa síni kynstur á festivalinum.

G! verður dagarnar 17.-19. juli í ár. 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óluva: Vit fara eftir tveimum sigrum
Endurtaka Pop-up kaféina í Varpinum
Maritimur dagur á Vinnuháskúlanum
Navna- og búmerkjakapping til nýggja byg…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Metnógvar skaðafráboða­nir í 2024
Navnakapping: Hvussu skal nýggja hotelli…
Missions­húsið á Viðareiði
Bónus steypakappingin byrjar í kvøld
45 ár síðani fyrsti mjólkarpakkin frá MB…
Kanning av nøgdsemi hjá borgarum við pol…
Nýggj TemaNord frágreiðing
Tryggleikin verður tikin frá okkum!!!
Pop-up kafé í Varpinum
Jórun Pólsdóttir tikið sæti á Løgtingi 
Protokollir um fiskavørur undirritaðar í…
Føroya Ellisakfør sýna fram í SMS
Gull prát í Norð­lýsi­num
KÍ-Víkingur er framskundaður til leygark…
Javnaðar­flokku­rin ynskir Almanna­verki­num…