Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ummæli av bókini “Heimsins Nalvi”

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  01.04.2025 - 07:18 Tíðindaskriv

- Føroyskur uttanríkispolitikkur i meir enn eina fjórðings øld

 

 

 

Sum eygleiðari og virkin politikari havi eg í mong  ár fylgt við og sjálvur verið partur av tí gongd, sum hendan bókin lýsir.

 

Eg kenni nógv av  søguligu frágreiðingunum i bókini aftur, ikki bara sum lesari, men sum luttakari og vitni.

 

Heimsins Nalvi er eitt áhugavert og neyvt rit, ið megnar at fáa fram kjarnuna í føroyskum uttanríkispolitikki gjøgnum meir enn eina fjórðingsøld – eitt tíðarskeið, sum hevur verið fyri stórum broytingum og har vit hava tikið stór fet fram á leið, bæði hvat uttanríkispolitiskari ábyrgd og sjálvsræði víðvikur.

 

Bókin er ikki bara ein áhugaverd samling av greinum; hon er eitt politiskt skjal, ið á skilagóðan hátt lýsir, hvar vit koma frá, hvar vit eru, og hvar vit kunnu fara sum land við áhaldandi vaksandi ábyrgd og vilja til at standa á egnum beinum í altjóða samfelagnum.

 

Bókin minnir okkum eisini á, hvussu ofta tað hevur verið stórar søguligar hendingar - kríggj, kreppur og geopolitisk broyting - sum hava skapt gluggar fyri føroyskum áhugamálum. Og tá vit hava torað at tikið stigið, hava vit eisini flutt mørk -  fram kemur tann i hóvliga fer sigur orðatakið og tað haldi eg vit hava duga higartil.

 

Eg eri fegin um, at bókin ger nógv burtur úr at lýsa, hvussu virðismikið tað hevur verið, tá føroyskir politikarar og embætisfólk hava havt dirvi og víðskygni at fremja okkara egnu politisku strategiir. Hóast mótstøðu, bæði uttanifrá og innlendis, so hevur eydnast at koma væl fram á leið, her hugsi eg serliga frá seinna heimsbardaga og frameftir  har stór stig eru tikin so sum Heimastýrislógin, Sjómarkið, Fiskivnnnuavtalan við Rusland 1977, Landgrunnssamráðingarnar, Bygnaðarbroytingarnar mitt í 90,unum, uttanrikispolitisku heimildarlógirnar, makrelstríðið við ES  osfr.

 

Tað eru júst hesi stóru politisku mál, sum hava lagt lunnar undir tær strukturellu broytingarnar, vit síggja í dag: altjóða fiskivinnusamráðingar, handilssamráðingar, verjusamstarvsluttøka, sendistovur, felagsskapir og diplomatisku tilveru okkara sum tjóð uttan at verða fullveldi, men partur av ríkisfelagskapinum.

 

Heimsins Nalvi er eitt bókaverk, sum eigur at vera kravlesnaður fyri øll, sum hava áhuga fyri føroyskari sjálvsfatan, framtíðarstrategi og uttanríkispolitiskum møguleikum. Sum politikari haldi eg, at hetta bókaverk, bæði styrkir okkara samleika og gevur íblástur til framtíðar politiskar hugsanir og setan av politiskari kós.

 

Tað er mín vón, at hetta ikki verður eitt rit, sum vit bara kunnu brúka til søguliga nýtslu, men eisini ein kveikjari til kjak um, hvussu vit taka næstu fetini sum land viðvíkjandi altjóða sjónarmiðum, hugburði o.a.

 

Johan Dahl

løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í Vinnumálum og Fiskivinnumálum

Lýsing
Seinastu tíðindini
Óluva: Vit fara eftir tveimum sigrum
Endurtaka Pop-up kaféina í Varpinum
Maritimur dagur á Vinnuháskúlanum
Navna- og búmerkjakapping til nýggja byg…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Metnógvar skaðafráboða­nir í 2024
Navnakapping: Hvussu skal nýggja hotelli…
Missions­húsið á Viðareiði
Bónus steypakappingin byrjar í kvøld
45 ár síðani fyrsti mjólkarpakkin frá MB…
Kanning av nøgdsemi hjá borgarum við pol…
Nýggj TemaNord frágreiðing
Tryggleikin verður tikin frá okkum!!!
Pop-up kafé í Varpinum
Jórun Pólsdóttir tikið sæti á Løgtingi 
Protokollir um fiskavørur undirritaðar í…
Føroya Ellisakfør sýna fram í SMS
Gull prát í Norð­lýsi­num
KÍ-Víkingur er framskundaður til leygark…
Javnaðar­flokku­rin ynskir Almanna­verki­num…