Lýsing
Lýsing
Lýsing

Frælsi

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  19.03.2025 - 08:40 Lesarabrøv Mentan Politikkur

Øll menniskju ynskja sær frælsi – bæði politiskt, persónligt og andaligt frælsi. Hetta er eitt viðføtt ynski, sum illa letur seg køva. Nógvar royndar hava verið gjørdar á hesum øki. Vit kunnu bert hugsa um Sovjetsamveldið, sum niðurbant milliónatals menniskju eftir kommunistisku kollveltingina í 1917 og næstu sjeyti árini.

 

 

Gott er at eiga politiskt og persónligt frælsi. Hetta eru mangan dýrt vunnin rættindi,. Hetta eru báðir heimsbardagarnir í farnu øld, dømi um.  Kend eru orð Winston Churchills í bretska Undirhúsinum hin 13. mei 1940, tá hann, sum nýkosin forsætisráðharri, fyrireikaði bretar um komandi mánaðirnar og árini, at teir kundu rokna við at stríði fyri frælsi fór at kosta teimum ”blóð, stríð, tár og sveitta”, fyri at varðveita frælsi tjóðarinnar. Av sonnum hava mong goldið dýrt fyr frælsið, ið vit eiga í dag.

Torbjørn Marstein steig fram í Ebenezer sunnumorgunin 16. mars. Hann las hesi stimbrandi valorð úr hini heiløgu skrift:

”So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru, tí lóg lívins anda hevur í í Kristi Jesusi loyst meg frá lóg syndarinnar og deyðans.” Róm. 8,1-2)

Hann nevndi munin millum hesar hesar báðar lógirnar: lóg lívsins anda og lóg syndarinnar, sum eru umrøddar í nevndu skriforðum og bar fram hetta dømi:

Tú kanst taka ein stein og tveita hann upp í loft, men hann dettur niður aftur, hetta ger tyngdarmegin, ella lóg deyðans. Tú kanst hava ein livandi fugl í hondini og tveita hann upp í loft, hann dettur ikki niður aftur, men spennir út veingir sínar og flýgur sína frælsisleið.

Ein endurføddur persónur hevur anda lívins í sær. Hann er sum fuglurin, ið lættir sær á og smýgur sær upp í loft, tí í honum ræður ikki tyngdarmegin,ella deyðans lóg, men lóg lívsins.

 

Guds fólk er sum fuglar ið flyta,

tey bíða bert til teirra ferð,

teim leingist til summarsins hita

í landi har Gud teirra er.

Har uppi eitt land okkum bíðar,

ein heitari vakrari havn,

Ja skjótt kemur hann, okkum fríar

og ber okkum inn í sín favn.

Ein dag savnast øll í ein skara

og ferðast til fjarskotin lond,

frá sorg og frá stríði tey fara

og lenda á sólljósu strond.

 

Lydia Litell

Páll á Lakjuni týddi

 

Svenning av Lofti

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Kunning frá trúboðarum – í Betesda sunnu…
Havnarbátu­rin javnaði til 2-2
Oyggja­leikir: Løgmaður ynskti íðkarum gó…
Svein Rógvi tippar barna­róðurin
Nøglin: Svein Rógvi tippar Varmakelduróð…
KÍ, Víkingur og NSÍ spæla altjóða heimad…
Kort yvir Laksatorgið
Føroyskt teknmálið verið góðkent í átta…
Stuðuls­fólk til 19 ára gamlan drong
EKKÓ í Varpinum
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby
Tøkk - Sam Adolf Bjartalíð
Klaksvíkar kommuna hevur fingið nýggjan…
Nýggi graslíkisvøllu­rin verður tikin í n…
HARALDSEN diskar á Summar Festivalinum
Skamnesty International
Fyrsti kúlulaksu­rin longu fingin
Hallur væntar at spæla í Finnlandi
Air France-KLM fer eftir meiriluta­num í…
Team Klaksvík hevur sett nýggjan høvuðsv…