Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fíggjarmálaráðið og Ljósmøðrafelag Føroya hava skrivað undir semju

SKRIVAÐ: Fíggjarmálaráðið  |  14.03.2025 - 17:02 Tíðindaskriv

Gjørdur er ein eitt-ára sáttmáli við eini lønarhækkan á 4,75% galdandi frá 1. oktober 2024 og ein nýggj lønartalva kemur í gildi tann 1. apríl 2025.

 

Sum onnur fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum gjørdi Ljósmøðrafelag Føroya eina lægri lønarhækkan í tíðarskeiðinum frá oktober 2022 til oktober í 2024.

Eingin avtala er á føroyska arbeiðsmarknaðinum um javning av lønum og vit hava heldur onga siðvenju fyri hesum. Orsakað av serligu støðuni við methøgari inflatión hava partarnir tí gjørt semju um at javna lønirnar, sum koma í gildi tann 1. apríl 2025 samsvarandi.

 

Avtala um neyðtilbúgving í samband við arbeiðssteðg

Umframt broytingar í lønunum hava partarnir gjørt eina avtalu um neyðtilbúgving í sambandi við arbeiðssteðg.

Partarnir hava nú eina avtalu, sum tryggjar, at lív og heilsa ikki verður sett í vanda í sambandi við arbeiðssteðgir. Avtalan inniber, at partarnir í sambandi við komandi samráðingar skulu vera samdir um, hvørjar funktiónir eiga at verða undantiknar einum møguligum arbeiðssteðgi. Somuleiðis hava partarnir avtalað, at ein ósemja um undantøk skal loysast við eini serligari nevnd við umboðum frá báðum pørtum umframt einum óheftum persóni.

Semjan kann lesast her

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Faroe Ship kunningarfund í Norð­havnini
Swardi á Summar Festival
Samrøða við Eirikur Í Jákups­stovu
Fíggjar­mála­ráðið og Ljósmøðra­felag Føroy…
Dizzy Mizz Lizzy á Torsfest
Tøkk - Erling Joensen
Samrøða við Benjamin Rajani
Samrøða við BBE
Tónlistarskóli Árnesinga vitjar Klaksvík…
Vit mugu taka ábyrgdina av vælferðarsamf…
Stýrið í NBH hevur skipað seg
Stakkavík góð 6.000 pund
Heimsmetið hjá Oddvá viðurkent
Nýggjan arbeiðara­flokk?
Tá Fotostudio lat upp, og alt lukkaði ni…
Reisigildi av nýggja kappróðraneystinum
Smáu snúsposar­nir gera stóran skaða
Verkafólk eru slept upp á fjall 
Lands­fundur: Sambands­fólk savnast í Salt
Ársaðalfundur hjá Vinafelag­num Føroyar -…