Lýsing
Lýsing
Lýsing

Landsfundur: Sambandsfólk savnast í Salt

SKRIVAÐ: Sambandsflokkurin  |  14.03.2025 - 07:09 Politikkur Tíðindaskriv

Leygardagin 15. mars heldur Sambandsflokkurin Landsfund á Tvøroyri, í Salt. Lagt verður til brots klokkan 09.30.

 

Eftir ætlan verða bæði løgtings- og fólkatingsval komandi ár. Hetta fer at seta sín dám á landsfundin leygardagin.

“Sjáldan hevur tað verið størri tørvur á einum sterkum Sambandsflokki enn júst nú. Bæði støðan her heima og støðan úti í heimi krevur eina greiða og ábyrgdarfulla sambandsrødd, heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum”

 

Semjur um stór mál

Sambandsflokkurin hevur hetta valskeiðið lagt seg eftir at geva sitandi samgongu eitt konstruktivt mótspæl. Sambandsflokkurin hevur gjørt semjur við samgonguna um stórmál, eitt nú um nýggju ferðavinnulógina og um broyttu avgjaldskipanina fyri alivinnuna.

Sambandsflokkurin er til reiðar aftur at taka við landsins leiðslu. Bæði uppskotið um Nýtt Samband og nýggi bústaðarpolitikkurin eru dømi um, at Sambandsflokkurin hevur ítøkilig boð um á at loysa tær avbjóðingar, sum standa fyri framman. Hetta fer at seta dám á skránna á Landsfundinum.

“Tað eru aftur rembingar í ríkisfelagsskapinum. Geopolitikkurin er í stórari broyting. Og kríggj er aftur í Evropa.  Sambandsflokkurin er heilt grundleggjandi av teirri fatan, at vit eru sterkari í samstarvi við onnur. Stóru rembingarnar úti í heimi økja um tørvin á tryggleika og sterkum felagsskapi í ríkisfelagsskapinum, Evropa og NATO. Tí mugu Føroyar gerast partur av verju- og trygdarsemjuni, sum Danmark og NATO arbeiða við, heldur Bárður á Steig Nielsen, formaður.

 

Troels Lund Poulsen gestarøðari

Á fundinum fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður, at halda formansrøðu, og aftaná verður politiskt orðaskifti.

Gestarøðari á fundinum verður Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri.

Á skránni verða eisini framløga um Suðuroyartunnilin” við Teiti Samuelsen, stjóra.  Eisini leggur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar sparikassa, fram um  ein framløga um “Suðuroyartunnilin og Suðuroynna”. Harafturat fara Troels Lund Poulsen, Bárður á Steig Nielsen og Erhard Joensen at skifta orð um “Framtíðar Ríkisfelagsskapur í einum broyttum heimi”.

Eftir Landsfundin verður ársveitsla í Salt, kl. 19.

Øll sambandsáhugað eru vælkomin á landsfund og í veitslu.

Meira kunning um skránna og tilmelding til veitsluna fæst á heimasíðuni: www.samband.fo, Facebook hjá Sambandsflokkinum og frá Floksskrivstovuni, tlf. 312492.

 

Sambandsflokkurin

Lýsing
Seinastu tíðindini
Samrøða við Benjamin Rajani
Samrøða við BBE
Samrøða við Eirikur Í Jákups­stovu
Tónlistarskóli Árnesinga vitjar Klaksvík…
Vit mugu taka ábyrgdina av vælferðarsamf…
Stýrið í NBH hevur skipað seg
Stakkavík góð 6.000 pund
Heimsmetið hjá Oddvá viðurkent
Nýggjan arbeiðara­flokk?
Tá Fotostudio lat upp, og alt lukkaði ni…
Reisigildi av nýggja kappróðraneystinum
Smáu snúsposar­nir gera stóran skaða
Verkafólk eru slept upp á fjall 
Lands­fundur: Sambands­fólk savnast í Salt
Ársaðalfundur hjá Vinafelag­num Føroyar -…
Klaksvíkar HF-skeið – hálv øld við læru…
Kára Sigurðsson hevur nú fingið debut á…
Peter Bredsdorff og Tom Jensen vitja Stj…
Lærarastovan: Kvæðamentan, kvøðing og fø…
Gadus - Søgulig føroysk løta í enska Und…