Stýrið í NBH hevur skipað seg
Stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu (NBH) hevur skipað seg við Karl H. Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar kommunu, sum stýrisformanni og Símun Gullaksen, borgarstjóra í Fugloyar kommunu, sum næstformanni.
Í hesum sambandi varð skipaður ein evnisdagur á Fiskastykkinum í Sandavági, har høvuðsevnið var strategi fyri 2025-2028. Dagurin varð skipaður í tveimum pørtum – fyrrapartin varð dentur lagdur á búeindirnar, meðan tænasta til heimabúgvandi var høvuðsevnið seinnapartin.
Karl H. Johansen, sum nú fer undir sítt seinna skeið sum stýrisformaður, staðfestir, at NBH komandi árini hevur fleiri avbjóðingar, men stýrið fer til verka við góðum treysti.
”Vit standa framman fyri vaksandi avbjóðingum, serliga við demografisku broytingunum og at veita hjálp til tørvin hjá heimabúgvandi. Tað er neyðugt at leggja eina greiða strategi fyri at tryggja eina dygdargóða tænastu til okkara borgarar, sum er tíðarhóskandi og er við til at tryggja fíggjarligt haldføri,” sigur Karl H. Johansen.
Stýrið fer í næstum at arbeiða víðari við strategiini fyri 2025-2028.
NBH er javnbjóðis samstarv millum kommunurnar í Norðoyggjum um eldraøkið.