Lýsing
Lýsing
Lýsing

Vit mugu taka ábyrgdina av vælferðarsamfelagnum - ikki bara í dag men eisini í framtíðini

SKRIVAÐ: Eyðgunn Samuelsen  |  14.03.2025 - 13:48 Politikkur Tíðindaskriv

Við hesum uppskotinum tryggja vit eisini, at niðurslitin fáa rætt til framskundaða pensjón við 65 ára aldur, uttan mun til hvat vanligi pensjónsaldurin er.

 

 

 

Ein genta sum er fødd í ár kann rokna við at gerast 100 ár.

Hóast vit javnan hoyra, at fólk gerast 100, so duga vit illa at ímynda okkum, at tað verður reglan heldur enn undantaki at gerast 100 ár.

Hugsi tykkum, at hjá fleiri og fleiri kunnu árini sum fólkapensjonistur gerast fleiri enn árini á arbeiðsmarknaðinum.

Henda broyting er hend innan fá ár. Tá fólkapensjónin kom í 1958, var meðal livialdurin um 70 ár. Fólk livdu sostatt í meðal trý ár eftir pensjónsaldur.

Síðani er livialdurin tíbetur hækkaður munandi – og tað heldur fram. Í 2005 kundu føroyingar vænta at liva í miðal 16 ár eftir pensjónsaldur. Í dag liva føroyingar væntandi í miðal 19 ár eftir pensjónsaldur. Í 2060 væntast fólk sambært serfrøðini at liva í meðal 22 ár sum pensjónistur.

Hetta er fantastiskt! Og tekin um eitt gott vælferðarsamfelag

Tað er ikki bara livialdurin sum er broyttur. Alt fleiri fólk fara eisini munandi seinni út á arbeiðsmarknaðin.

Tá ið míni foreldur vóru ung í 50-unum, fóru tey flestu á arbeiðsmarknaðin sum 14 ára gomul, í mínum uppvøkstri var tað vanligt at verða 17-18 ára gomul, tá ið vit byrjaðu at arbeiða, og í dag eru tey mongu, sum hava fingið møguleika at útbúgva seg, mitt ella síðst í 20-unum, tá ið tey byrja á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru eisini fleiri sum fara munandi fyrr á arbeiðsmarknaðin, og tey skulu vit ikki gloyma. Tey komi eg aftur til.

Sanniliga er vælferðarsamfelagi broytt til tað betra, men tað hevur eisini avbjóðingar við sær. Samstundis, eru vit færri á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist.

Fyri 20 árum síðani vóru vit átta fólk fyri hvønn pensjónist. Í dag eru vit fýra. Um vit einki gera, so vera tvey fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist um 30 ár. Hetta er ein avbjóðing tí tað eru tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum sum fíggja vælferðarsamfelagið.

Vit noyðast at styrkja samhaldsfesti millum ættarlið, so økti livialdurin ikki bara merkir, at fólk verða longri á pensjón, men at tey eisini eru nakað longri á arbeiðsmarknaðinum.

 

Javnaðarflokkurin tryggjar at niðurslitin sleppa fyrr á pensjón

Tá ið løgtingi í 2018 samtykti broytingar í pensjónsaldrinum, vóru tað tvey viðurskifti, ið høvdu altavgerandi týdning fyri Javnaðarflokkin: 1) at tey, ið høvdu hug at arbeiða longur, skuldu hava góðar møguleikar til tess, og 2) at tey, ið eru niðurslitin, skuldu hava ein eyka møguleika at sleppa fyrr av arbeiðsmarknaðinum, enn tey, ið vóru væl fyri at halda fram at arbeiða.

Tí komu tvær skipanir í gildi samstundis sum pensjónsaldurin var samtyktur.

Onnur er skipanin við útsettari pensjón, har ið tú kundi velja at útseta tína pensjón fyri síðan at fáa eina eyka bíðiviðbót omaná pensjónina, alt eftir hvussu longi tú valdi at halda fram at arbeiða

Henda skipanin má sigast at verða sera væl umtókt. Í dag eru umleið 450 fólk, ið hava valt at útseta pensjónina. 1.950 fólk eru vorðin pensjónistar síðan henda skipanin kom, so at heili 450 fólk av hesum hava útsett sína pensjón vísir at nógv fólk ynskja at arbeiða longur enn pensjónsaldur.

Hin skipanin er skipanin við framskundaði pensjón, til tey ið eru niðurslitin.

Tí tað eru flakakvinnur, vaskifólk, sjómenn, handverkarar, røktarstarvsfólk og  tímalønt annars, ið framvegis hava eitt kropsliga tungt arbeiðið, og tey mugu vit ikki gloyma.

Við hesum uppskotinum tryggja vit, at fólk, ið eru niðurslitin, fáa rætt til framskundaða pensjón við 65 ára aldur, uttan mun til hvat vanligi pensjónsaldurin er.

Hetta fegnist eg um. Arbeiðsmarknaðurin er samansettur, og tað eru fleiri, ið hava tungt kropsligt arbeiðið og hesi eru ofta tey, ið eru longri á arbeiðsmarknaðinum, enn tey ið ikki hava kropsliga tungt arbeiðið.

Tað kann ljóða sum um, vit bert taka atlit til tey, ið eru niðurslitin, tá ið tey eru vorðin 65 ár, tí fólk kunnu eisini verða niðurslitin langt áðrenn, tey eru komin til 65 ára aldur. Tíbetur hava vit aðrar skipanir, ið taka hond um henda trupulleikan.

 

Verandi pensjónistar verða ikki raktir

Uppskotið, sum hevur verið viðgjørt í dag, rakar ikki verandi pensjónistar ella tey, ið eru um at gerast pensjónistar. Mælt verður til, at pensjónsaldurin hækkar stigvíst við trimum mánaðum um árið frá 2035 til 2042. Í 2042 verður pensjónsaldurin sostatt 70 ár.

Tey fyrstu, sum vera ávirkaði av broytingini, eru tey, ið eru fødd í 1967. Hjá teimum hækkar pensjónsaldurin við trimum mánaðum.

Tey, sum eru fødd eftir 1972, fáa pensjón sum 70 ára gomul.

Men hetta er alt treytað av, at fólk eru væl fyri. Tey, sum av ymiskum orsøkum ikki orka ella eru før fyri at arbeiða til tey eru 70, kunnu fáa framskundaða pensjón tá tey fylla 65 ár, og tað ber til at fáa fyritíðarpensjón frá 60 ára aldri.

Vit mugu taka ábyrgdina av vælferðarsamfelagnum ikki bara í dag, men eisini í framtíðini.

 

Ikki bara gera tað lætta, men eisini tað rætta.

Vit liva longur, vit fara seinni út á arbeiðsmarknaðin og vit verða færri á arbeiðsmarknaðinum í mun til talið av pensjónistum. Men tað er eisini so, at sjálvt um vit hava betri heilsu enn fyrr, so koma vit at hava brúk fyri røkt og heilsutænastum, og økti livialdurin merkir at vit verða fleiri, ið hava brúk fyri vælferðartænastum.

Longu í dag økist talið av fólkið, 80 ár og eldri, í stórum, tað leggjast oman fyri 100 fólk aftrat í hesum aldri hvørt ár, og talið av teimum ið eru 90 verður trífaldað í 2060.

Tí mugu vit tryggja, at tey ið gerast eldri í framtíðini skulu kenna seg trygg og vita, at samfelagið kann veita teimum vælferðartænastur so sum røkt, virðilig búpláss og heilsutænastur ikki bara í dag, men eisini í framtíðini.

Tað er neyðug fyri okkara búskap og harvið vælferðarsamfelagið, at vit eru nakað longur á arbeiðsmarknaðinum, áðrenn vit fáa rætt til fólkapensjón.

Tað er ikki altíð so populert at gera tað, ið er neyðugt, men í politikki sum í øðrum viðurskiftum, er tað neyðugt at taka ábyrgd og ikki altíð bara gera tað lætta, men eisini tað rætta.

 

Eyðgunn Samuelsen

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fíggjar­mála­ráðið og Ljósmøðra­felag Føroy…
Dizzy Mizz Lizzy á Torsfest
Tøkk - Erling Joensen
Samrøða við Benjamin Rajani
Samrøða við BBE
Tónlistarskóli Árnesinga vitjar Klaksvík…
Vit mugu taka ábyrgdina av vælferðarsamf…
Stýrið í NBH hevur skipað seg
Stakkavík góð 6.000 pund
Heimsmetið hjá Oddvá viðurkent
Nýggjan arbeiðara­flokk?
Tá Fotostudio lat upp, og alt lukkaði ni…
Reisigildi av nýggja kappróðraneystinum
Smáu snúsposar­nir gera stóran skaða
Verkafólk eru slept upp á fjall 
Lands­fundur: Sambands­fólk savnast í Salt
Ársaðalfundur hjá Vinafelag­num Føroyar -…
Klaksvíkar HF-skeið – hálv øld við læru…
Kára Sigurðsson hevur nú fingið debut á…
Peter Bredsdorff og Tom Jensen vitja Stj…