Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: b36.fo

Pætur Petersen frá KÍ til B36

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  08.02.2025 - 12:28 Ítrottur Tíðindi

Pætur Petersen hevur fyrrapatin skrivað undir við B36. Eins og Norðlýsið skrivaði í vetur, so var stórur møguleiki fyri, at Pætur Petersen og Joseph Michael Williams ikki spæla við KÍ í ár, hóast teir hava sáttmála. Nú er Pætur farin og Joseph er enn ikki komin til landið og nógv bendur á, at hann ikki verður partur av KÍ í ár.

 

B36 skrivar:

Pætur Petersen fer í ár aftur at spæla við B36. Sáttmálin var undirskrivaður fyrrapartin.
Pætur er orkuríkur álopsspælari, ið kann spæla á øllum teimum framrættaðu plássunum.
26 ára gamli skálvíkingurin spældi sínar fyrstu dystir í bestu deildini fyri B36. Sum smádrongur flutti hann úr barndómsfelagnum B71 til B36 at spæla, og her var hann í útivið fimm ár í alt ta ferðina. Undir Eyðuni Klakstein sum høvuðsvenjara fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum í 2015.
Pætur hevur eisini spælt fyri EB/Streym, HB, KA Akureyri og KÍ. Og nú er hann so aftur í B36.
- B36 er heimligt fyri meg, og tað kennist væl og rætt at vera aftur í B36-húsinum. Hetta eru eisini spennadi broytingartíðir í felagnum, og eg eri fegin um stóra áhugan, sum felagið hevur víst mær, sigur hann.
Hann hevur eisini spælt 11 landsdystir og skotið tvey mál fyri Føroyar. Tann seinasta í september í fjør.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tá ið vit fóru til stroks
Klaksvík­ingur bleiv smurdur av á jóansøk…
40 atgongumerki eftir
Setið borin í nú!
Valsvik staðfest í Runavík
Vitlíki trýstir prísin á iPhone og PlayS…
Nordea grunnurin stuðlar Drivinum - nýgg…
Undirmannað KÍ-lið vann eitt stig
Hvussu KANN MAN líta á tíðindi í Kringva…
Áheitan á 49'ararnar
8-kantaða kioskin aftur til heiðurs og æ…
Borgar­stjó­rin svarar borgarunum
Nýtt staklag frá Jónasi Gaard og Sigrið
Føroya Tele tekur fyrsta stig í 100 mill…
Nøglin sæst her
Klæða suðurendan á Varpinum
Tí valdu vit Fróða Benjaminsen
Fyrrver­andi KÍ-leikari er nú hjálparvenj…
Serfrøðingu­rin og fjepparin um Champions…
Er nakað sprell eftir í Klaksvíkingi – e…